Sjálvskaði

Spurningur: Hey. Eg havi brúk fyri hjálp. eg havi eina venindu sum eg kenni gjøgnum snapchat. Eg havi ikki møtt henni enn men hon býr altso í føroyum. Tað er bara tað, at hon er sjálvskaðandi og eg veit at hon hevur nakrar ferðir roynt at gjørt sjálvmorð. Eg vil so gjarna hjálpa henni men eg veit ikki hvussu. Eg skrivi ofta til hana og sigi henni at eg eri har fyri hana of sovorit. Og eg kann ikki bara fara heim til hennara tá hon hevur tað ordiliga ringt tí hon býr laangt vekk frá mær. Vita tit hvat eg kann gera ella siga við hana fyri at hjálpa? Eg meini serliga við um hon ætlar at gera sjálvmorð. Hon plagar at skriva tað ella senda mynd av tablettunum áðrenn hon roynir. Og veit eg slett ikki hvat eg skal gera, so tad endar vid at eg einki geri. Takk fyri

(Seint svar. Við umbering)

Góða Genta

Takk fyri títt bræv.
Tað ljóðar sum tú ert í eini heldur keðiligari støðu, men tú ert røsk at leita tær hjálp.
Sum vit skilja tað er støðan álvarslig hjá tíni vinkonu, og tað er flott av tær at hjálpa henni sum tú gert. Tað er samstundis umráðandi hjá tíni vinkonu at fáa hjálp. Tú kanst siga við hana, at hon altíð kann ringja til okkum á 116 111 og fáa hjálp. Tað er anonymt at ringja. Tað vil siga, at vit síggja ikki hvør tað er sum ringir. Tað hevði verið gott, um tú kundi greitt tínum foreldrum frá hesi vinkonu, so kunnu tey hjálpa tær at fáa fatur á hennara foreldrum, ella fáa samband við skúlan har hon gongur, so tín vinkona kann fáa røttu hjálpina.
Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 116 111

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin