Sjálvskaði

Spurningur: Eg eri ein ung genta ið hevur havt nógv hangandi yvir høvdinum tey seinastu árini. Nú hava nøkur vaksin í mínum gerandisdegi funnið útav, at eg havi gjørt skaða á meg sjálvan, og tey hava boða foreldrum mínum frá. Tað skal nevnast at eg ikki havi skorið meg sjálvan djúpt, men bert yvirfladiskt. Míni foreldur hava ikki sagt nakað meira um tað, men eg veit ikki hvat eg skal gera, tí nú kann eg ikki krógva tað meira.. Eg havi ein  vaksnan eg kann tosa við, men eg vil heldur ikki føla meg sum eina byrðu hjá tí persóninum… nøkur góð ráð til til steðga við at skaða meg? skal nevnast at eg havi lítið og einki sjálvsálit, og dugi ikki at finna nakað serliga positivt við mær sjálvari.. Svari:

Góða genta.
Eg haldi, tað fer at vísa seg, at tað er gott, at onkur vaksin nú veit um tín sjálvskaðandi atburð. Hetta kann kanska vera eitt sindur ringt at skilja í núverandi støðu, tí tú hevur krógva hetta í langa tíð og tí hetta er atburður, ið ofta hongur saman við skomm og pínufullum kenslum, sum ein ikki er førur fyri at handfara á annan hátt. Men mítt ráð til tín er at brúka teytann vaksna, ið nú veit um tínir trupulleikar við sjálvskaðandi atburði. Tosa um tað so gott tú kann, greið frá hvat sjálvskaðin ger fyri teg, nær tað byrjaði, greið frá nær tú ger tað o.s.fr, soleiðis at tit kunnu finna útav hvussu best er at fara fram her frá. Ein møguleiki er at seta seg í samband við sálarfrøðing, ið kann arbeiða við tær uppá at steðga við hesum, men eisini at finna útav hví hesin atburðurin er nakað, tú praktiserar.
Ver ikki bangin fyri at vera ein byrða fyri teimum vaksnu, tí hesi ynskja at hjálpa tær og eru eisini før fyri sjálvi at siga frá ella trekkja seg, skuldi hetta blivið ov nógv hjá teimum.
Eisini ert tú altíð vælkomin at heita á okkum aftur, um tað skuldi verið nakað.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin