Sera sera kedd

Spurningur: Hvussu sleppur mann av við frøknur ?? hjálp mær eg vil barasta ikki hava hesar ljótu frøknurnar meira

Hey sera sera kedda genta!
Eg skilji, at tú ert kedd av tínum frøknum, men tað er ongin máti at sleppa av við frøknur,tí summi hava frøknur, meðan summi ikki hava. Tað er sum við øllum øðrum, at vit eru ógvuliga ymisk og sum ungur vil ein líkjast hinum, men tað, sum ger okkum serlig, er ofta tað, sum skilir okkum út. Tað er umráðandi, at tú lærir teg at verða glaða fyri teg sjálvan, við frøknum, tí tær eru ein partur av tær. Onkur vildi sagt, at eitt andlit uttan frøknur er sum ein himmal uttan stjørnur.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin