Seksuelt samband

Spurningur: Hey eg eri ein 15 ára gomul genta, ið fyri fyrstu ferð havi verið í song við einum drongi.. Eg eri øgiliga bangin tí eg føli at okkurt eg galið við mær. Tað var 1 vika síðani tað hendi og eg havi lisið um tað sum eg haldi eg galið við mær og haldi tað er std ella hiv? Eri slett ikki sikkur, men eg tori ikki at siga nakað við míni foreldrum. Eg veit ikki hvat eg skal gera, góðu hjálpi mær.

Góða Genta
Nú greiður tú ikki so neyvt frá hvat tað er sum ger, at tú følir at okkurt er galið við tær.
Gentur kunnu gott fáa ilt í móðurskeiðina (vagina) um man er farin ov skjótt til verka. Pína kann eisini koma av um tú hevur spent vøddarnir í bækkenbotninum. Hetta kanst tú hava gjørt uttan at vita tað, tá tú ikki ert von við at nakar nertir við teg har. Síðani er tað eisini møguligt at pína kemur, um tú ikki vart vát nokk, tí tá kann tað slíta uppá slímhinnurnar, um  murturin fer ov skjótt in. Tá ið ein genta er vát, kallast tað fyri lubrikatión – soleiðis kallast eisini tann fyrsta vætan hjá dreinginum eisini (præsperm).
Her ber til at brúka vatnbasera ella silikonbasera glíðikrem. Hesi glíðukremini skaða ikki hítir ið eru gjørdar av latex-gummi. Slímhindurnar kunnu eisini verða orsøkin til pínu, um tað eru trupulleikar við teimum. Tað kunnu verða umstøður ið gera at slímhinnurnar eru sera sárar. Eitt nú um tað er óbalansi í undirlívinum, ella um man er smittaður av einari kynssjúku. Tað er sera umráðandi at brúka hít, ikki bert fyri at verja ímóti at gerast við barn, men eisini fyri kynssjúkum.
Vit vilja ráða tær til at tosa við tín kommunulækna. So kann læknin hjálpa tær við at fáa staðfest hvør orsøkin er, og samstundis kunna teg um møguleikar við fyribyrging.
Vónandi kanst tú brúka okkara svar.
Tú ert altíð vælkomin at venda aftur til okkum.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin