Sálarligur skaði, misbrúk, LGBT

Spurningur: Eg havi 3 spurningar og eina frágreiðing við hvørjum. Eg var á eftirskúla í Danmark og teir síðstu mánarnir har vóru teir ringastu mánarnir í mínum lívið. Eg kom á kamar við einari gentu ið eg føldi virkuliga gjørdi alt fyri at eg ikki skuldi trívast, aftaná ein mána byrjaði eg at hata hana so nógv at eg klagaði fleiri ferðir til skúlan, mamma og fleiri onnur ringdu og skrivaðu eisini mína vegna. Einki hjálpti. Tá bert 3 vikur vóru eftir, byrjaði eg at droyma um allar mátarnar eg kundi drepa hana, og tað vóru somu dreymar eg hevði restina av skúlatíðini. Eftir nøkrum fáum døgum við hesum, byrjaði eg at blíva bangin fyri mær sjálvari, tí sjálvt áðrenn eg sovnaði byrjaði eg at tonkja uppá hvussu eg skuldi sleppa av við hana og eg vildi so gjarna smildra hana sundur. Hetta ávirkar meg enn 4 mánar aftaná tí nú havi eg tonkt soleiðis einaferð og eri alvarliga bangin fyri tað fer at henda aftur, men at tá verur tað ikki bert tankar. Hetta hevur gjørt meg øgiliga kedda og eg havi gráti fleiri ferð um vikuna síðan tá. Eg havi brúk fyri hjálp frá einum sálarfrøðingi men eg eri akkurát byrja á student og eg arbeiði í mínari frítíð so eg havi slett ikki tíð til tað, og tað er eingin kjansur fyri at eg kann støðga nakað av hesum. Hvat skal eg gera? Tann næsti er at eg haldi eg bleiv misbrúkt tá eg var um 10 ár, eg skrivi at  eg haldi, tí eg veit ikki um man kann kalla tað tað, tá tað var at einari vinkonu eg hevði tá, sum er 3-4 ár eldri enn eg. Eg minnist tað ikki sum nakað ringt tá, men nú tá eg skuldi búgva so tætt við fremmanda fólkum á skúlanum eri eg komin í tankar um tað aftur. Nú haldi eg tað vera ræðuligt og eg vamlist við meg sjálva. Vit plagdu at fara inn í kamari og eksperimentera, ella prøva ymiskt. Hetta var ikki tvungið, men hon var tann størra og eg helt hana vera kul tí hon var eldri og tímdi at spæla við meg, so eg gjørdi bara alt hon bað meg gera. Eg minnist eisini at eg var so lítil at vit enn spældu bratz tá við spældu og brúktu kodu orð fyri orði “mogga” tí eg tordi ikki at siga tað. Eg havi aldrin fortalt hetta fyri nøkrum. Eg vil helst vita tykkara “definition” uppá hvat er hent hjá mær tí eg dugi ikki at beskriva tað betur enn tað eg havi sagt her. Mítt síðsta ting er, at eg haldi at henda síðsta upplivingin hevur gjørt meg gay ella bi. Tá eg var 12 ár var eg sikkur uppá at eg var lesbisk, men aftaná havi eg veri saman við einum dreingi og visti tá at eg hvørt fall ikki var 100% til gentur, men nú havi eg so tann trupulleikan, at mín familja er homofobisk og halda at LGBT er bara tað nýggja trendi so um eg hevði fortalt tað fyri teimum hevði tey ikki trú mær. Tað eg kalli “fyrstu ferð” eg var saman við einari gentu ella eftir “hasum hendingunum” var fyri nøkrum mánum síðan. Eg havi aldrin følt meg so vemmiliga sum tá tí hetta fór ímóti øllum eg var uppvaksin við. Eg tosaði ikki við hana í fleiri dagar. Síðani havi eg havt nakrar góðar upplivingar við gentum Eg eri byrja at koma út úr skápinum fyri vinkonum sum bi, men eg eri bangin fyri at beiggi mín ella foreldrini  hjá mær hoyra tað frá øðrum áðrenn mær, nú er mín spurningur hvussu kann eg siga tað við tey so at tey skilja og trúgva mær? Heilsan eg

Góða genta.
Eg eri glað fyri, at tú skipar títt bræv so væl, so eg eisini fái svara nágreiniliga uppá hvønn spurning! Hetta gevur mær betri møguleika at hjálpa tær.
1. Tað ljóðar sum ein ógvuliga keðilig uppliving, ið tú hevur verið úti fyri á eftirskúlanum í Danmark. Eg trúgvi tó ikki, at tú skalt vera bangin fyri, at tú kemur at gera skaða á onnur fólk nú, tá tú ikki gjørdi tað á skúlanum, har ágangurin var harðast. Eg hugsi, at hetta var ein ógvuslig og áhaldandi negativ hending, ið tú vart úti fyri, og tú var langt heimani frá, sum gjørdi at tú vart ógvuliga pressa, og tískil vóru hesir tankarnir ikki heilt ónaturligur, hóast teir vóru ógvusligir. Studentarskúlarnir runt landið hava akkurát fingið sálarfrøðingar tilknýtum til hvønn skúla. Eg vil ráa tær til at kontakta tann sálarfrøðingin, ið er á tínum skúla, soleiðis at tú kanst práta við viðkomandi. Saman kunnu tit meta, um hetta kann hjálpa tær.
2. Tað er ikki óhoyrt ella ónatúrligt, at børn eksperimentera seksuelt, ei heldur, tá tey eru 10 ár ella yngri. Hetta er natúrligt. Avgerandi munurin á seksuellum eksperimentum og misbrúki er tó, um annar parturin IKKI ynskir, at hetta skal fara fram! Sum tað ljóðar á tínum brævið, so hevur tú kanska verið eitt sindur tvísinnað (ivast) um tú ynskti hetta ella ei, tí tú skrivar bæði, at tú vildi gjarna støðga, men helt eisini, at tað var kul. Samstundis vilja vit vísa á, at aldursmunurin á tykkum báðum er stórur, og tað tykist sum hetta nívir teg. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum fyri at geva tær møguleikan at tosa meira um hesi viðurskifti.
3. Eingin hending ger ein persón samkyndan ella biseksuellan! Hetta er ein myta.Um tú ert vís í, at tú ert biseksuel ella samkynd, og at tú gjarna vil fortelja foreldrunum hjá tær tað, áðrenn tey hoyra tað frá øðrum, so er mítt ráð til tín at gera tað! Tað verður neyvan nakað perfekt tíðspunkt at gera tað ella nakar generellur máti, ið er lættari enn nakar annar at gera tað uppá, serliga ikki um homofobi eisini er innblanda, sum tú skrivar. Eg trúgvi tó, at tá alt er komi eitt sindur niður á jørðina aftur, kemur tú at kenna ein ótrúligan lætta, tí tá skalt tú ikki longur hugsa um, at tey hoyra tað aðrastaðni frá.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin