Góða Øvundsjúka
Eg rokni við at fleiri ungar gentur og sikkurt eisini dreingir kunnu skriva undir uppá, at tey hava tað á samað hátt, sum tú her greiður frá. Eg veit ikki ordiliga hvat ið eg skal ráða tær til.
Uppá tað einu síðuna, so er hettar heilt normalt at hava tað so inn ímillum, tí tá man gerst øvundsjúkur so handlar tað millum annað um, at tú blívur bangin fyri at missa eina ella fleri vinkonur. Tað sum kann vera pínufult hjá tær, er um tú hevur tað so alla tíð, og ikki fær slappa av saman við vinkonunum. Um eg skal royna at geva tær eini ráð, so er tað hettar at verða ein góður vinur sjálv. Tí hugsa teg um, ert tú kanska ikki eisini saman við onkrari vinkonu inn ímillum har allar ikki eru við?
Tað er so týðningarmikið fyri okkum at føla at vit hoyra til, og at kenna okkum týðningarmikin fyri vinir og onnur og tí gerst man so keddur um man verður bangin fyri at missa. Og tá man gerst bangin fyri at missa so kann tað virka sum øvundsjúka. Halt tí áfram at verða ein góð vinkona, og royn at njóta vinskapin.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin