Nær endar tað?

Spurningur: Eg havi leingi havt sjálvmors tankar… Eg føli ikki heilt at mamma leggur í meg, tí at hon sigur (næstan) aldrin at eg skal í bað, í firsta flokki segði aldrin at eg skuldi gera heima arbeiði so eg eri aldrin blívin von við at gera heima arbeiði. Eg føli heldur ikki at eg havi naka at liva fyri, men avlíka væl, eg eri mostir hjá trimum, og fastir hjá einum… Eg havi ongan huga til mat, tí at og føli ikki at eg kan finna tann rætta smakkin, og eg vil hava okkurt sum er annarleiðis, eg vil hava eina nýggju hitu, eg vil ikki hava lunka, heitan ella kaldan mat. Um eg komi á tankar á tí royni eg at hugsa um at, lívi verur betri tá ið eg veri eldri og at øll sum eg kenni fara vera ótrúligani kedd. Eg havi bara fortalt mín stóra systir um mínar sjálvmors tankar, tí at eg tori ikki at siga tað við mammu ella babbu, eg veit ikki hvussu tey fara at reagera uppá tí… Hvat skal eg gera?

Góða Tú

Takk fyri at tú skrivar til okkum og fortelur okkum, hvussu trupult tú hevur tað. Og tað er eisini sera gott, at tú sigur systir tíni frá tí. Vit skilja, at tú ikki hevur tað gott í løtuni, og soleiðis eigur tað ikki at vera. Tá vit hava tað trupult, er tað altíð gott, at práta við onnur, og vit vilja sera fegin hjálpa tær. Fyri at geva tær ta allar bestu hjálpina, kundu vit hugsað okkum, at tú ringir til okkum á tel 116111, so vit kunnu práta við teg. Tað er altíð lættari at práta enn skriva, og tí vilja vit sera fegin hoyra frá tær.

Tað er gott, at tú sigur við teg sjálva, at tað fer at blíva betur, tí oftast ganga tær truplu tíðirnar yvir við tíðini, men tað kann taka longri tíð enn neyðugt, um man ikki prátar við onkran og fær neyðuga hjálp, og tí hevði tað verið ordiliga gott, um tú ringdi til okkum, so vit kunnu tosa um støðuna hjá tær.

Vit vóna at hoyra frá tær, um tú vil ringja so svarar vit á nr 116 111 mánadag til fríggjadag kl 09-16 og hvørt kvøld kl 20-22.

Alt tað besta,

Tú & Eg Ráðgevingin