Møguliga við barni?

Spurningur: Hey, nú er tað soleiðis at eg havi verði á p-pillum í skjótt 2 ár, men so her tá eg fór at vitja mín sjeik í eina viku fyri 4 mánum síðan gloymdi eg at taka tveir p-pillar uppá 7 dagar. Og teir síðstu mánarnar havi eg tikið 6 kg uppá og eg havi verði tí samu vektina tað síðsta ári. og havi ótrúligani eymar bobbur, morgun kvalma so nógv at eg ikki fái eti morgunmat.  Skal pissa næstan alla tíð. Men tað sum undrar meg er at eg havi haft menstratiónina hvønn mána, men hon var ótrúligani flótandi, ber tað til at verða við barn sjálvt um man hevur menstratiónina? Eg havi tikið graviditetstest har ið tann eini segði positiv og hin segði negativ. Hvat skal eg gerða? eg kenni læknan hjá mær so vil helst sleppa frá tí so leingi sum møguligt :) Hopi tit vilja hjálpa mær

Góða genta 16 ár,   soleiðis sum tú greiðir frá , kanst tú væl vera  við barn. Tá ein tekur p-pill kann tað koma menstuations líknandi bløðing hóast graviditet. Tað er ikki vandamikið fyri fostrið, at tú hevur tikið p-pill. Tá ein gloymir ein ella fleiri p-pill.  kann tað koma eggloysn og tú kanst gerast við barn.  Tá eigur ein at taka arkið liðugt, men eisini brúka aðra fyribyrging sum hít til ein fær byrjað eitt nýtt p-pill. ark.
Míni ráð eru, fær sum skjótast til tin lækna  at vita hvussu støðan er.   Um læknin er ósikkur t.d. um,  hvussu langt tú ert, kann tú verda send á gynokoligisku deild á Landssjúkrahúsinum til ultraljóð kanning, har ein beinleiðis sær, um eitt fosturgraviditetur  er inni i lívmóðrini.
Um tú ert við barn,  er jú nógv at taka støðu til, so far til læknan alt fyri eitt,  hav gjarna sjeikin ella eitt av tínum foreldrum við.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin