Mánasjúkuna skjótt 3 vikur

Spurningur: Hey tú. Fyri ikki so langari tíð síðan vóru eg og nakrar vinkonur i býnum, har tann eina fór heim við einum drongi og hevði verjuleysa samlegu. Hon tók ikki P-piller hesa tíðina. Ca. eina viku eftir fekk hon sína mánasjúku og nú hevur hon skjótt havt hana i tríggjar vikur.  Eg eri nokkso ivasom fyri mína vinkonu hví hetta er. Eg havi lisið á netinum at tað kann vera t.d. krabbamein ella graviditet. Hevur tú nakað svar hvat tað kann vera. Eg vil mínari vinkonu alt tað besta, og tí velji eg at skriva til tykkum, fyri at finna útav hvat hetta kundi vera. Vinarliga. Eina ivasom vinkona

Góða ivasama vinkona !
So gott at tit boðar vinkonur tosa saman og hjálpa hvørja aðrari.
Míni ráð eru,  ger eina grav. roynd sum skjótast,  far undir øllum umstøður til læknan til kanningar at útihýsa kynssjúku og graviditet  og tosa um sikra fyribyrging.  Vandin fyri krabba er nærum ongin i tykkara aldri.   Endaliga kann menstruationin vera longd,  bara tí vinkonan stúrir so nógv.
Oftast er tað hormonjavnvágurin sum gevur drúgvar bløðingar,  men tað kann eisini vera ein graviditetur, sum ikki er ilagi, t.d. tiðliga spontan abort  og tað kann vera orsakað av bruna.
Tit vita sjálvandi at vinkonan átti at haft eina hýt hjá sær og brúkt hana,   og nú hon ikki brúkti fyribyrging,  átti hon sama døgnið at keypa sær angri p-pillara (the morning after pill ) á Apotekinum,  fæst jú uttan resept.
Men best er sjálvandi at brúka sikra fyribyrging.  So eg vóni tit ansa tykkum betur i framtíðini.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin