Góða genta 13 ár..
Tú hevur tað ikki lætt. Sjálvt um tú bara ert 13 ár, so hevur tú longu havt ein ótryggan barndóm, bæði við psykiskari sjúku og drekkaríi. Tað er nógv hjá einum lítlum barni at uppliva. Vónandi hevur tú tað tryggari nú, tá ið tú býrt hjá pápa tínum.
Men tað, at tú býrt hjá pápa tínum, ger so, at tú gongur við ringari samvitsku, tí tú ikki vilt særa mammu tína. Og tað er nokkso vanligt, at børn hava tað soleiðis, tá ið foreldrini ikki liva saman. Og tú saknar óivað eisini at kunna vera hjá mammu tíni, líka sum flest onnur børn.
Tað ljóðar fyri mær, sum at tú tekur nógva ábyrgd av, um foreldrini hjá tær hava tað gott. Og tað gera børn ofta, sum hava foreldur sum eru sálarliga sjúk. Tey kunnu føla, at tey eiga at taka sær av tí foreldrinum, sum ikki hevur tað gott. Men tað er ikki ábyrgdin hjá børnum at syrgja fyri at foreldrini hjá teimum hava tað gott, Tað vóni eg, at tú veitst? Sjálvandi elskar tú bæði foreldrini hjá tær líka nógv, hóast tú býrt hjá pápa tínum. Tú býrt jú hjá honum, tí at sjúkan og drekkaríið hjá mammu tíni ger, at hon ikki fær tikið sær ordiliga væl av tær. Minst til tað. Tað er als ikki tín skyld.
Tú fortelur, at tú hevur gingið til sálarfrøðing og eisini at tú hevur tosað við heilsusystrina um trupulleikarnar hjá tær. Um tað hjálpti, átti tú kanska at spurt, um tú kanst sleppa at ganga meira til psykolog.
Tú sigur, at tað í øllum førum hjálpir tær at vita, at tú ikki ert einsamøll við sovorðnum trupulleikum, og tað eru onnur, sum hava tað sum tú.
Nú tá ið pápi tín hevur fingið eina damu, so hevur tú hann knappliga ikki fyri teg sjálva longur. Eg skilji væl, at tað er ringt hjá tær at venja teg við. Um tú kanska viðhvørt følir, at at pápi tín og tú hava mist tað, tit høvdu saman, áðrenn hann bleiv forlovaður við henni, so kann tað hjálpa tær, at tú roynir at koma at kenna hana betur. Kanska tú kemur at finna útav, at hon slettis ikki er so galin.
Men eg veit eitt, og tað er, at tú mást hava hjálp. Tí tú mást altso ikki ganga runt og hava tað so ringt sum tú hevur tað. Tað er ikki rætt, at ein 13 ára gomul genta skal hava tað soleiðis, at hon ikki heldur seg klára at liva meira.
Tí mást tú siga fyri onkrum, hvussu tú hevur tað, og fortelja um teir tankar, tú gongur runt við. Tað skal helst vera onkur vaksin, ella onkur hálvvaksin, sum tú følir at tú hevur álit á. Sjálvt um tú kanska hevur fortalt tað fyri onkrum fyrr, so er tað ikki sikkurt at nakar veit, hvussu tú hevur tað nú. Tú mást tú hugsa um onkran, sum tú hevur álit á, og so spyrja, um tú kanst tosa við viðkomandi. Og so haldi eg at tú skalt fortelja tað, sum tú hevur fortalt mær í hesum brævinum. Og kanska meira enn tað.
Annars, so tá ið tú sigur, at ráðgevingin hevur hjálpt tær nógv, so má eg eisini siga, at tú sjálvandi altíð ert vælkomin at kontakta okkum aftur, tú kanst skriva ella ringja, ger tað, sum tær dámar best.
Alt tað besta og góða eydnu!