Lítlar og stórar bubbir

Spurningur: eg eri ein genta sum eri 11 ár og havi ikki so stórar bubbir .er tað vanligt at hava lítlar bubbir tá man er 11 ár ..<33

Góða ‘Lítlar og Stórar bubbir’
Takk fyri brævið. Fyrst vil eg siga við teg, at tað er gott, at tú skrivar inn til “Tú & Eg Ráðgevingina”.

Nú fari eg at royna at svara tínum spurningi.

Tú vilt vita, um tað er vanligt at hava lítlar bubbir, tá man er 11 ár. Til tað vil eg beinanvegin svara ja, tað er heilt vanligt at hava smáar bubbir, tá ið man er 11 ár.

Tað er sera ymiskt, nær gentur byrja at fáa bróst. Summar byrja á tínum aldri ella eitt lítið sindur fyrr, meðan aðrar byrja at fáa bróst nøkur ár seinni, tá ið tær eru 13 – 14 ár ella seinni. Tað er eisini sera ymiskt, hvørja stødd bróstini fáa, nakrar gentur fáa stór bróst og nakrar fáa lítil bróst.

Eg vóni, at tú hevur fingið svar uppá tín spurningJ

Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkara.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin