Ynskini hjá okkum øllum eru so ymisk, og vit eru øll ymisk uppá kropp. Men vit kunnu tíverri ikki hjálpa tær við at fáa størri reyv. Men um tú ikki er nøgdur við tín kropp, kundi tú byrja at íðka onkran ítrótt, gingið til styrkivenjing, runnið ella okkurt tílíkt. Tað kann gott vera, at tú longu gert okkurt tílíkt, men tað at røra seg er gott fyri bæði kropp og sál, og ger eisini at man verður nøgdari við seg sjálvan. Annars kundi tú eisini tosa við heilsusystrina á skúlanum, ella við tín egna kommunulækna, tí hatta við nær man steðgar at vaksa, er so ymiskt.
Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin