Krisa

Spurningur: Heey :) Eg havi eitt mega stórt problem! Eg dugi ikki at koyra eina tampon inn. Havi roynt so mega ofta, men dugi ikki. Er tað nakað tit kunnu hjálpa við?

Halló Krisa!
Tað er ikki lætt at seta eina tampon upp fyrstu ferð. Hevur tú roynt at gjørt akkurát eftir vegleiðingini, ið liggur í pakkanum? Har eru fleiri myndir, ið vísa, hvussu tú skalt bera teg at. Royn enn einaferð og les væl uppá áðrenn! Eitt tips kann vera at seta teg niður á húk meðan tú koyrir tamponina inn, tað plagar at hjálpa. Og so er tað eisini umráðandi at slappa av ímeðan, og ikki spenna í kroppinu.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin