Kettan doyði

Spurningur: Eg fekk eina kettu fyri nøkrum árum síðani. Eg var orduliga góð við hana, og elskaði hana MEGAA nógv!♡. Míni foreldur eru skild so eg havi tað ikki altíð so lætt, so eg byrjaði at tosa við hana um tey ringu tingini sum hendu, og tey góðu. Tað føldist bara sum hon altíð lurtaði og skilti meg, og at hon altíð var har fyri meg. Hon var mín besti vinur. Men so ein dagin kom abbi og fortaldi mær at hann hevði funnið kettuna yvirkoyrda á vegnum, eg fór inn í kamari hjá mær, og byrjaði at gráta, eg græt allan dagin. Eg hevði tað nokkso ringt aftaná, bæði tí at eg hevði mist mín besta vin, og tí at nú hevði eg ongan at tosa um tingini við. Eg hevði tað soleiðis í eina tíð, men so hugsaði eg um at pápi mín hevði eisini eina kettu, so eg kundi bara tosa við hana. Eg tosaði so við hana um alt akkurát sum eg gjørdi við ta fyrru kettuna, hon bleiv mín nýggi besti vinur. Men bara eitt hálvt ár aftaná tann fyrra kettan doyði, bleiv hin vek. Eg leitaði eftir henni, men fann hana ongantíð aftur. Eg misti tveir teir bestu vinirnir nakrantíð. Hvat skal eg gera nú? Eg klári ikki at bera uppá alt sjálv, men eg tími ikki at tosa við nakran persón, eg tori ikki at siga fyri nøkrum, at eg havi tosa við tvær kettur. Tað følist bara sum ONGIN skilur meg, og eg eri púra einsamøll. Eg veit ikki hvat eg skal gera. Hjálp…:(

Góða genta
Tað er altíð trupult tá ein missur eitt húsdjór. Vit blíva sera góð við tey. Tey fáa eitt navn, og so tosa vit við tey, sum vóru tey verulig menniskju.
Sorg er ein náttúrulig menniskjalig reaktión eftir at hava mist okkur sum hevur týdning fyri ein, okkurt som man hevur verið góður við, ella følt eitt tætt samband við. Sorg kann sostatt verða ein kensla av pínu og tómleika eftir at onkur (djór ella menniskja) er deyður.
Sorgin er ein ein natúrligur partur av lívinum hjá okkum. Tað kann verða trupult at greiða frá um sorgina ein hevur, tí tað er talan um persónligar kenslur. Kenslur broytast frá persóni til persón, eisini í forhold til aldur. Tað er altíð týdningarmikið at ein gevur sær stundir til at syrgja, tí sorgin hevur eisini ein lekjandi virkning, ið ger at vit so smátt sum tíðin gongur kunnu læra okkum at liva við at hava mist.
Tað er ikki óvanligt at vit tosa við okkara húsdjór um alt møguligt, eisini okkara egnu kenslur. Vit vilja tó altíð mæla børnum og ungum til at tosa við síni foreldur um alt sum nívir. Sjálvandi eisini um svorið ið er gott og gleðiligt.
Nú tú onga kettur hevur at tosa við, og tú følir at tú ikki kann tosa við nakran annan, so ert tú sjálvandi altíð vælkomin at tosa við okkum.
Eitt annað, ið er, ella var vanligt fyrr, er at keypa sær eina dagbók. Her kanst tú byrja við at skriva: “Góða dagbók” og so royna at seta orð á øll tíni følilsir. Tað er ikki lætt at bera uppá allar møguligar tankar alla tíðina. Tí er tað gott at skriva hesar niður. So fært tú lættari arbeitt við øllum tí tú hugsar um.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin