Hvønn skal eg velja? :S

Spurningur: Hey brævkassin :) Tað eru tvær gentur í mínum flokki ið eg havi meeegan góðan hug á, men tann eina gentan er mega fitt, men eg eri ongantíð saman við henni, og hinari eri eg ofta saman við, men hon eg nokkso løgin (fúl)… eg veit ikki hvønn eg skal velja : S Pliss svara skjótt

Hey!
Tað ljóðar gott at tú bara kann velja hvønn tú vil vera saman við.
Eg haldi tú skalt hugsa um hvønn tú hevur mest hug til at vera saman við. Tað ljóðar sum ein orsøk til ivan hjá tær er at tú ikki ert so ofta saman við tí ‘fittu’ gentuni, og tí kanska ikki kennir hana líka væl. Ein byrjan uppá at finna útav hvat tú skalt gera, kundi verið at verið meira saman við tí fittu, fyri at vita um hon er so fitt sum tú heldur.
Eg rokni ikki við at nakar annar kann fortelja tær hvørjari tú skalt vera saman við. Men eg rokni við at tú innast inni veitst hvørjari tú hevur mest hug til at vera saman við.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin