“Hví stólar tú ikki uppá meg?” :´( *KEDD*

Spurningur: Heeeey? :D eg havi eina bf (best friend) og vit hava verið bf nú í … emm … síðan árið 2006 byrjaði .. og vit hava verið so fittar saman & alt hatta har. Men  nú havi eg funnið útav at tann gamla bf hjá mær er øvundsjúk :o altso hon vil hava meg aftur sum bf, men eg vil hava tað sum eg havi nú. Men so er tað tað at tann gamla bf sum eg hevði, hon roynir nú at blíva bf við ta sum eg havi nú. Men tað vil eg barasta slett ikki lova henni. Og eg havi snakkað við tær báðar sera, sera nógv helst ta bf sum eg havi nú, eg havi eisini spurt hví vit ikki fortelja loyndarmál fyri hvørjum øðrum? .. tað vil hon ikki svara uppá, øll halda man ikki kann stóla uppá meg. Eg havi fortalt mammu & babba at eg haldi at eingin kann stóla uppá meg & eg havi grátið framman fyri mammu & babba av tí og vit hava snakkað, men eg havi tað altso ikki gott við hesum tankanum um at hugsa at onkur heldur at eg ikki haldi loyndarmál sum tey fortelja mær og forskelligt sovorðið b) taå er soooooooooooooooo keðiligt, vita tit hvat eg skal gera so at mín gamla bf ikki er so øvundsjúk á okkum, og hvat kann eg siga við tey sum ikki kunnu stóla uppá meg so at eg eisini kann hjálpa teimum :-* 1000 takk fyri meg.

Hey kedda genta.
Tað ljóðar á tínum brævi, sum báðar tínar vinkonur fegnar vilja vera vinkonur tínar framvegis. Tað haldi eg fyri tað fyrsta tú skalt vera glað fyri :o) tí tað er gott at eiga vinir. Tann gamla vinkonan kennir seg kanska eitt sindur svikna av tær, tá tú nú hevur fingið eina nýggja bestu vinkonu. Kanska hevur tann gamla vinkonan ikki funnið nakra aðra í staðin fyri teg, og tað er sera ringt at kenna seg svikna, og ikki hava nakra vinkonu. Eg haldi tað besta hevði verið, um tit tríggjar allar kundu funnið útav at verið vinkonur saman! Tað er avgjørt ikki verri at hava fleiri vinkonur, og á tann hátt verður eingin stillaður uttanfyri.

Tað at onnur ikki stóla uppá teg, er ringt fyri meg at ráðleggja tær í. Eg veit ikki, um tað bara er ein kensla tú hevur, ella um tað er nakað, onkur hevur sagt við teg. Men í øllum førum veit eg, at eingin kann noyðast til at siga síni loyndarmál, summi hava als ikki brúk fyri at siga øðrum síni loyndarmál, onnur hava nógv brúk fyri tí. Tað er so ymiskt, og tað er nakað, sum hvør og ein má avgera sjálvur. Tað at stóla uppá eitt annað menniskja, er eisini nakað sum tekur langa tíð. Um tú vilt prógva, at tú ert til at stóla uppá, so er tað einasta, tú kanst gera at VERA til at stóla uppá. Og tað tekur langa tíð, fleiri ár kanska, at prógva tað. Men tá onnur síggja, at tú heldur tætt, og ikki fortelur nakað víðari, so fara tey at hava álit á tær.

Góða eydnu við øllum!
Tú & Eg Ráðgevingin