Hví skal hon verða so øvundsjúk?

Spurningur: Heej .. Ehm. Eg havi eina vinkonu. Vit ganga í flokki saman. Tað virkar altíð sum hon er øvundsjúk inná meg. Also. Hon fær altíð alla uppmerksomheitina, allir dreinginir osv. Vit fylgjast ofta í skúlanum, men tá eg t.d. snakki um onkran drong sum eg tað vil siga dámi, haldi er ordiliga fittur, mega elskiligur og alt sovorið, so er tad akkurát sum hon vil altíð kenna tann persónin. Hon ansøkjur tann dreingin á arto. So vera tey kanska nokkso væl. So standi eg har við ongum. Hon fær alla uppmerksomheitina, men tað virkar sum um hon veit ikki av tí. Hon vil hava at øll skulu vita at hon hevur ilt onkrastaðni, at hon er HAR osv. Tad er soo forbannað irriterandi. Eg vil hava mínar gódu vinir uttan at hon kemur uppí. Eg føli at hon er øvundsjúk inná meg. Eg tooli tad ikki. Eg veri meega ill innaní. Eg tori ikki at siga nakað við hana um hon nu verur mega ill. + vit ganga jú í sama flokki. Eg hopi at tit vita hvussu eg havi tað.

PS. Vil helst hava svar skjótt. Eg klári hetta ikki meira. xx(

Eg haldi, at har er bara eitt at gera: Og tað er at tosa við vinkonuna hjá tær um, hvussu tú hevur tað!
Um tú vilt sleppa undan at hon gerst ill, so er tað umráðandi at tú sjálv tosar róliga og ikki ákærandi. Vit vita sjálvandi ikki hvussu hon fer at reagera, og um hon kanska gerst ill allíkavæl. Kanska ger hon tað, og kanska ikki. Men um hon nú gerst ill, so er tað ikki vist at tað er nøkur katastrofa allikavæl? Hon verður nokk ikki altíð ill…
Um tit tosa saman, so fer hon kanska eisini at fortelja, hvussu hon sjálv upplivir støðuna. Og tað fer nokk at vera eitt sindur øðrvísi, enn soleiðis, sum tú upplivir hana. Men so fáa tit tað uppá pláss og síggja tingini frá ymsum síðum.
Tað kundi ljóðað sum at vinkona tín kanska er ósikkur uppá seg sjálva, og at hon tí vil hava uppmerksomheit. Tað kann gott vera, at hon verður glað fyri at tú tekur hatta evnið upp, sum liggur ímillum tykkum, og sum ger, at tað ikki er heilt gott tykkara millum.
Tað, sum tú skalt minnast til, tað er, at tú bara tosar út frá tær sjálvari, hvussu tú hevur tað við øllum. Ansa eftir ikki at byrja at ákæra vinkonuna við at siga: “Tú ert so og so..blablabla”, men sig heldur: “Eg føli tað onkuntíð sum at tú fert eftir drongjum, sum eg eri áhugað í, og so verði eg sera kedd. Eg føli tað sum um at tú onkuntíð ert eitt sindur øvundsjúk inn á meg, er tað so?” Okkurt sovorðið kanst tú royna at siga við hana. Eg haldi, at tú skalt biðja hana koma at tosa við teg onkra staðni, har tit hava frið, og har tit føla tykkum væl; kanska heima hjá tær sjálvari? Og so er tað eisini gott um aðrar vinkonur ikki eru tilstaðar, tá tit tosa saman.

Vónandi fáa tit hesi tingini upp á pláss.

Tú ert vælkomin at ringja ella skriva aftur og fortelja, hvussu gekst. Ella at biðja um meira ráð.

Vinarliga