Hvat skal eg gera?

Spurningur: Hey, eg eri en genta (14 ár) og eg havi fallið fyri ein drong sum er 19. hann er ikki sum aðrir dreingir. hann er umsorgandi, fittur, og nógv annað. sum nú er eru vit bara vinir. Eg veit ikki hvussu eg skal siga tað við hann, ella um eg yvurhøvur skal siga tað. hvat fer hann at siga, og hvat fara øll hini at siga?. skal eg bara gloyma hann, og royna at koma yvir hann?. hvat skal eg gera?

Hey Genta, 14 ár

Takk fyri títt bræv,

Eg skilji væl at tú hevur nógvar spurningar. Tað er ikki altíð so lætt við kenslum, serliga tá ið man ikki veit hvat hin hugsar og følir. Eg haldi ikki at tú skal hugsa so nógv um hvat onnur fara at siga, hugsa tú bara um hvat tú sjálv vil.

Til spurningin: Siga tað ella ikki siga tað?

Um tú velur at siga tað við hann, so eru fleiri møguleikar fyri hvussu hann fer at svara tær aftur.

– Kanska følir hann tað sama

– Kanska dámar hann teg bara sum ein vin

– Kanska fer hann at siga at hann ikki hevur tað uppá sama máta.

Um tú sigur tað við hann, so veit hann í øllum førum at tú hevur kenslur fyri honum.

Til spurningin: Skal eg bara gloyma hann og royna at koma yvir hann?

Eitt annað sum eg hugsi um, er aldursmunurin millum tykkum. Tað er ikki óvanligt við aldursmuni, men tá ið munurin er ov stórur kann man fáa ymsar trupulleikar. T.v.s at ein aldursmunur á 1-3 ár er vanligt, men tá ið man er 14 ár, kunnu 3 ár vera nógv, og 5 ár uppaftur meira. Hetta kemst av at vit mennast so nógv í tannáringum.

Tá ið man er 14 og 19 ár, er man ikki sama stað í lívinum. Tú gongur enn í fólkaskúla, ímeðan hann kanska er farin undir hægri útbúgving ella arbeiðir. Hetta merkir at tit helst ikki eru sama stað í lívinum. Tit hava kanska ymisk áhugamál og ymsar vinarbólkar. Tá ið man er 19 ár hevur man loyvi til at gera ymist, sum man ikki hevur loyvi til tá man er 14 ár. Hetta kann gera tað torført at hava eitt gott parforhold. Eg tosið um t.d. at fara í býin og kynsligt samband. Tað er t.d. ólóligt hjá einum 19 ára gomlum at hava kynsligt samband við ein undir 15 ár. Tann 19 ára gamli kann verða dømdur upp til 8 ár í fongsul.

Tú skrivar at hann er fittur og umsorganarfullur, men eg haldi at tú skal hugsa teg væl um áðrenn tú sigur tað við hann. Eg haldi at tú skal bíða og vita um hetta ikki eru nakrar kenslur sum broytast av sær sjálvum, og kanska tú møtir einum øðrum fittum og umsorganarfullum dreingi, sum kanska er sama stað í lívinum sum tú.

Tað er ikki altíð so lætt, og tað kann taka sína tíð. Men góða eydnu <3

Tú & Eg ráðgevingin