Hopi ikki tað passar :o

Spurningur: Hey hey. Eg gangi í 6. flokki, og vit fara at fáa 2 nýggir dreingir í klassanum. Tann eini sær mega fittur út & alt hatta har. Men eg havi fingið at vita, at hin hevur tikið xtasy og at hann roykir og drekkur. Um hann kemur í okkara klassa fer hann at oyðileggja allan klassan :o ´Nøkur í mínum klassa eru byrjað at roykja tí at tey kenna hann. Hvat kann klassin gera fyri at gera so hasin drongurin verður eitt gott menniskja ? :'(

Til tín, sum ikki hopar at tað passar.
Takk fyri brævið. Nøkur ung fortelja, at tey hava hug at royna, ella hava roynt rúsevni. Tey nýtast ikki at vera ring menniskju kortini. Men tað er ikki gott og kann vera vandamikið at nýta rúsevnir! Tí haldi eg, at tú skalt tosa við flokslæraran ella ein annan lærara hjá tykkum og fortelja honum ella henni, at tú hevur hoyrt at nøkur í flokkinum hjá tykkum roykja, og at ein møguliga drekkur og hevur roynt ecstasy. Tú kanst siga, at tú ikki hevur hug at bera slatur, men hevur hug at hjálpa honum. Um tú ikki torir at fortelja tað, kanst tú kanska fáa mammu ella pápa tín at hjálpa tær at siga tað við læraran. Vónandi fer tað at eydnast hjá tær.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin