Hjálparleysi

Spurningur: Super góð heimasíða! hevur hjálpt mær nógv! Eg eri 23 ár. Eg eri so meeeeeega forelskaður.. men tann sum eg eri forelskaður í, vil ikki hava meg um eg ikki tími í song við henni:-( (eg havi ikki prøva tað fyrr, so eg eri nokkso bangin fyri, at eg ikki dugi?? Hvat skal eg gera, hevur tú nøkur ráð til mín?

Takk fyri brævið.
Eg vil ráða tær til at merkja eftir, hvat tú sjálvur vilt. Eingin eigur at tvinga teg til nakað, sum tú ikki ert til reiðar til, ella sum tú ikki hevur hug til.
Ja, tað er ringt at vera í tínari støðu, og vera ósikkur í um man dugir. Tað eru nógv sum hava verið í hasari støðu – ja nokk tey allarflestu. Men sum oftast, so finnur man útav tí. So eg haldi ikki tú skalt bekymra teg alt ov nógv. Tað sum er mest umráðandi er at vera góður við hvønn annan, og at hava føla seg tryggan við hin persónin… so kemur hitt nokk av sær sjálvum. Tú kanst eisini fara inn á www.sexlinien.dk og lesa.
Alt tað besta!

Góða eydnu
Tú & Eg Ráðgevingin.