..Hey, hmm?

Spurningur: Hey tit, takk fyri ein góðan brævkassa:D 
Eg havi nakrar spurningar, sum eg haldi er eitt sindur flóvisligt at tosa um. 1. Er tað vanligt, at tað koma sovorin “prumpi” ljóð, tá ið man hevur samlegu? 2. Eg havi gjørt tað við tveimum dreingum, men eg minnist ikki tann fyrsta:(ná, men hinum havi eg verið saman við fleiri ferðir. Tá ið vit gera tað, er tað nokkso ringt at fáa hann sjálvan uppí meg, og tá ið hann endiliga er í mær, so gleppur hann skjótt úr aftur.. (veit at eg dugi illa at orða meg) men er tað nakað galið við mær, ella er tað tí at hann hevur ein nokkso lítlan? 3. Halda tit at tað er í lagi at hava eingangsknall? 4. Halda dreingir, at tað er ólekkurt, um man ikki rakar sær í neðra?
Hattar varð so tað.. hoopi at tit tíma at svara mínum spurningum!

Tað er púra vanligt, at tað koma “prumpiljóð” hjá gentuni undir samlegu. Tað kemst bara av, at tað kemur luft inn við, tá ið drongurin tekur seg heilt út og inn. Tað nýtist tú ikki vera flóv av, tí sum sagt, so er tað heilt vanligt, og nakað, flestu kvinnur hava prøvað.
Eg dugi ikki ordiliga at svara tær uppá, hví hann glíður út aftur úr tær? Men, tað kann vera, tí at hann ikki er nóg stórur. Kanska eru tit bæði eitt sindur nervøs fyri at tað skal henda, og so verður tað bara verri. Tað kann hjálpa, at geva tykkum betri tíð at kela fyri hvørjum øðrum, soleiðis at hann er heilt stívur, tá ið tit fara í holt við sjálva samleguna.
Eingangsknall? Tað er fyri so vítt upp til hvønn einstakan, hvussu tey hava tað við tí. Tú noyðist at hugsa um, hvussu tú sjálv hevur tað við tí, og at syrgja fyri at brúka okkurt fyribyrgjandi. Tað mest týdningarmikla er, at tú lurtar eftir tær sjálvari, og bara fert í song við einum drongi, um tú sjálv hevur hug til tað. Ikki fara, bara tí at tú heldur, at hann gjarna vil, ella tú heldur at hann verður súrur, um tú sigur nei, ella nakað sovorðið. Eg má skoyta uppí, at tað eisini er í fínasta lagi at siga nei – bæði 1., 2., 3. ferð og so leingi, tú hevur hug at bíða.
Tað er heilt ymiskt frá drongi til drong, um teir halda tað vera frekt ella ólekkurt, um ein genta ikki er rakað í neðra. Í dag er tað nokk mest vanligt, at gentur eru rakaðar í neðra. Men fyri bara 10 árum síðani var tað ikki serliga vanligt, og tá var tað eingin sum helt tað vera “ólekkurt”. Tað er næstan einki annað at gera, enn at spyrja hvønn einstakan drong, hvat hann heldur um hatta. Tað er ikki so heilt lætt. Men, man kann koma inn á evnið soleiðis heilt generelt. Til dømis kann man spyrja tá ið tað eru fleiri ung fólk saman: “Halda allir dreingir, at tað er frekt at gentur eru rakaðar, ella halda summir tað vera frekt at tær hava hár?”
Vónandi fært tú brúkt hesi svarini. Annars, so mást tú skriva aftur til okkara.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin