Help!!!

Spurningur: Eg dámi ein drong sum er 2 ár yngri enn eg:O Eg haldi eisini at hann dámar meg;) Tá vit eru saman fjasast vit allatíð og tað haldi eg er mega kul, meg eg tori ikki at siga við hann at eg dámi hann ei heldur at koma saman við honum ; Hann er populerur og lekkur og hann er ikki sum aðrir dreingir í 6 fl ;) hann er líkasum dreinginir í minum flokki, hann sparkar eisini saman við teimum og er ofta saman við teimum;) Men hvussu skal eg finna útav um hann dámar meg ella bara vil vera nærri vinur við meg?

Góða Genta
Tað er altíð deiligt at vera forelskaður, hjarta bankar og ein er fultkomuligani í einari aðrari verð. Tí skal tú bara royna at nýta tað. Tú kanst kanska bíða eitt sindur við at fortelja dreinginum at tær dámar hann. Drongurin er 2 ár yngri enn tú og tað kann vera at hann als ikki hevur nakrar tankar um at ganga saman við einari gentu, men tað er ikki nakað ein kann vita við sikkurheit, tíð skal tú bara prøva teg spakuligani fram. Tær nýtist ikki at skunda tær. Lær hann betur at kenna og nýt at vera forelskað.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin