Harðskap

Spurningur: Vit eru tvær gentir, sum hava eina vinkonu. Mamma hesi gentuni hevur snakka ljótt við gentuna, tikið fast í hana, og sligi hana. Vit vita ikki hvønn vit skulu tosa við um tað, ella hvat vit skulu gera.

Góðu tit báðar.

Sera gott at tit djarvar at boða frá hesum, og vilja hjálpa tykkara vinkonu. Tað sum tit greiða frá er undir ongum umstøðum Okey. Eg vil mæla tykkum til at tosa við flokslæraran um hetta. Tit kunnu eisini vitja skúlasjúkrasystrina, og greiða frá um tað tit hava uppliva, so kunnu tit og vinkona tykkara fáa hjálp við hesum.

Tit eru vælkomnar at skriva til okkum aftur.

Vinaliga

Tù & Eg Ráðgevingin