Happing

Spurningur: Eg verið happaður í skúlanum! Hvat skal eg gera ?

Tað ljóðar ikki gott at tú verður happaður. Í tílíkum føri hava lærarnir skyldu til at taka teg í álvara og at gera nakað við tína støðu soleiðis at happingin steðgar. Av tí at eg fái, so fáar upplysningar frá tær, er ringt hjá mær at siga akkurát hvat tú skal gera. Men eg kann siga tað sum tú kanska oftani hevur hoyrt fyrr: Tosað við onkran vaksnan sum tú hevur álit á, tað kann eitt nú verða tíni foreldur, lærara ella onkran annan. Tað hevði eisini verið gott um foreldur tíni, klassalærarin og tú tóku eitt prát um tað sum tú ert úti fyri. Soleiðis fært tú fortalt hvussu tú upplivir tað sum hendir og lærarin fær sagt hvussu tit kunnu gera okkurt við støðuna. Tú kanst eisini ringja, skriva ella kjatta við okkum um tú hevur hug til tað.

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin