Góða tú sum blívur happa!
Tú skalt sjálvandi ikki finna teg í at blíva happað. Og tað passar eisini sum mamma tín sigur at tað eru nógv sum vera happa viðhvørt, men tað skal eingin finna seg í. Tað sum tú mást gera er, at læra teg at siga frá. Tú mást ikki ganga við tí einsamøll og bara lata tey happað teg, tí tað hevur eingin rætt til at gera. Eg veit, at tað kann vera ringt at siga frá, helst um tú ert blivin happað leingi. So torir man illa at byrja at siga frá. Men tað tú kanst gera er at fáa onkran at hjálpa tær. Hevur tú sagt tað við lærararnar? Um ikki so ger tað, teir hava skyldu til at hjálpa tær. Spyr onkran lærara um tú kanst sleppa at tosa við hann ella hana, og fortel so fyri teimum, hvussu tú hevur tað. Um tað ikki riggar at tosa við lærarin, so kann heilsusysturin á skúlanum vera góð at tosa við í tílíkum førum.
Royn hetta og um tað ikki riggar er tú altíð vælkomin at skriva ella ringja til okkum aftur.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin