Gentan 13 ár

Spurningur: Heeeeej tit :D Fyrst “takk” fyri ein góðan brævkassa :D – Fær man ilt av at hava eina orgasmu & hvussu veit man at man hevur fingið hana??

Góða genta 13 ár
Vanligvís fær man ikki ilt tá man fær eina orgasmu. Hvussu tú veist at tú hevur fingið hana er ógvuliga individuelt frá einum persóni til ein annan. Vanligvís er tað ein góð kensla sum fer gjøgnum kroppin, men eg haldi at um tú fert inn á barnabati.kinsta.cloud ella á www.sexlinjen.dk so kanst tú lesa meiri um hetta evni.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin