fucked up foreldur

Spurningur: Hey, eg eri ein 15 ára gomul genta, og fyri uml. 5 árum síðan byrjaði mammu mín at brúka harðskap í móti mær. Hon hevur ongantíð verið orduliga ógvuslig við meg, men meira enn at bara onkuntíð taka eitt sindur ov harðligt um armin á mær. Men tað hevur altíð verið púra vanligt hjá mær. Tað hevur altíð bara verið soleiðis hon er. Babba, har aftur í móti, hevur ongantíð verið harligur í móti mær. Vit hava altíð havt tað stuttligt saman. Men í dag fóru vit at klandrast, men ikki um nakað stórt. Tann parturin var heilt vanligur, tí vit hava klandrast fyrr. Men knappliga bleiv hann harðligur og skumpaði meg ofta, inntil eg datt á gólvið. Eg byrjaði at gráta, og eg havi grátið síðan. Ee havi ongantíð verið ein sum grætur lætt, og eg havi ongantíð lovað mær sjálvari at gráta. Eg veit at eg ikki eigi at gráta um hetta, men eg klári ikki at steðga tí. Eg eri so bangin um hetta fer at oyðileggja forholdi millum pápa mín og meg, forholdi millum mammu og meg er langtsíðani oyðilagt, hvat skal eg gera?

Góða Genta

Takk fyri títt bræv. Harðskapur er ikki loyvdur, uttan mun um talan er um kropsligan harðskap ella sálarligan harðskap. Tað er líka mikið um tú hevur sagt okkurt ljótt ella ikki akta boðunum ella ynskjunum hjá tínum foreldrum, so er tað ikki loyvt at brúka harðskap. Tað er gott at tú sigur frá viðvíkjandi hesum.
Tú skrivar at pápi tín knappliga bleiv harðligur og skumpaði teg ofta. Tað er eitt sindur torført hjá okkum at skilja alla støðuna, tá vit ikki kenna til allar smálutir, men tú skal vita, at tað ongantíð er loyvt ella ok at skumpa ein í gólvið ella nýta annan harðskap. Bestu ráð vit kunnu geva, er at tú tosar við pápa tín um hesa støðuna, og hvussu hon hevur ávirka teg. Henda ráðgevingin er anonym, so vit mugu ráðgeva hareftir. Tað vil siga, at vit mugu viðmæla at tú tosar við tín lærara, ella onkran annan vaksnan tú hevur álit á, og følir at tú kanst tosa við. Tá ið ein er undir 18 ár, so hava vit eisini barnaverndir kring landið, ið eru til fyri at tryggja at øll børn í Føroyum hava tað gott. Nú vita vit ikki hvar tú býrt, men her er eitt yvirlit yvir allar barnaverndartænasturnar í Føroyum. Trýst á hasa leinkjuna, so finnur tú telefonnummari til tænastuna har tú býrt. Um tú ikki vilt ringja, so kanst tú eisini ringja til okkara á 116 111. Tað er til Tú & Eg Ráðgevingina. Tað er anonymt at ringja. Tað vil siga at vit síggja ikki títt telefonnummar.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin