Fuck fuck fuck…

Spurningur: Eg kom til at drekka meg nokkso ávirkað so endaði eg heima hja mína góðu vinkonusa ex sjeiki og nú hottar hon við at óleggja mítt lív og fortleur lygnir. Og tað gongur runt um føroyar. Har eru nogv sum ikki kunnu stóla uppá meg longur hjálp!

Góða Tú,

Tað er tíanverri øgiliga skjótt, at ein kemur til at gera okkurt, sum ein angrar tá ein er ávirkaður, hetta hevur tú tíanverri nú lært.

Tú skrivar, at hetta er ein góð vinkona. Eftir øllum at døma er vinkonan særd og reagerar upp á tað, sum er hent. Tað er ílagi, at hon er kedd, kanska óð og eisini skuffaði. Men tað er ongantíð ílagi at lúgva um onnur.

Vit halda, at tað er harmiligt, at tú nú upplivir at lygnir verða spjaddar um teg. Spurningurin er so, hvat tú nú kanst gera fyri at steðga hesum?

Tú skrivar einki um, hvørt tú hevur tosað við hana um tað, sum hendi. Vit vita tí ikki, um tú hevur fortalt henni, at tú er kedd um tað, sum hendi? Ert tú kedd um tað, sum hendi?

Tað er eitt sindur torført at ráðgeva tær, tá vit ikki vita, hvat tú sjálv ynskir skal henda. Men vit halda, at tað altíð er eitt gott hugskot, at leita sær til rótina av trupulleikanum. Alt bendir á, at tað er í sambandinum millum teg og tína góðu vinkonu, at loysnin er at finna. Vit halda, at tú mást – sjálvt um tað er ringt, seta teg í samband við tína góðu vinkonu, so tit kunnu tosa um, hvat tit hava upp á hjartað.

Heldur tú, at tað er møguligt hjá tær, at seta teg í samband við hana og tosa við hana?

Um vit ikki svaraðu upp á tað, sum tú vildi, so ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva aftur til okkara.

Alt tað besta,

Tú & Eg Ráðgevingin