Fjáltraða frælsið

Spurningur: Halló barnabati! Eg eri í einari truplari støðu í mínum lívi, tað følist sum er alt bara lortur. Mamma mín liggur innløgd á sjúkrahúsinum. Eg vitji hana næstan hvønn dag, tí tað følist, sum um eingin annar vitjar hana. Pápi mín hjálpir ikki serliga nógv til. Eg vil ikki at hon skal doyggja heilt sjálv. Eg búgvi í einum kjallara, sum eg leigi frá einum vinmanni. Eg royki nokso nógv hash, tí eg haldi tað hjálpir. Mær dámar væl at roykja, sjálvt um eg veit at tað ikki er gott fyri meg. Eg havi bara brúk fyri at fáa eina lítla pausu frá veruleikanum. Eg havi ikki fingið nógva umsorg, síðani eg eri blivin tannáringur. So skjótt mamma mín bleiv sjúk, og pápi mín bleiv meiri og hjástaddur frá familjuni, mátti eg byrja at passa uppá meg sjálva og mammu mína. Hetta vildi eg mett, hevur broytt meg nógv sálarliga, og eg veit ikki hvussu eg skal sleppa úr mínari støðu. Úr mínum trupulleikum. Tað følist sum fari eg ongantíð víðari við lívinum.

Góði tú við dulnevninum Fjáltraða Frælsið,

Eg skilji væl, at tú hevur tað trupult í løtuni. Tú hevur helst havt tað tungt yvir eitt longri tíðarskeið. Tað er ein ómetaliga stór sorg at síggja mammu sína blíva sjúka og liggja fyri deyðanum. Sorg kann vísa seg á ymsan hátt. Vit kunnu verða kedd, tunglynt, ill og møguliga hava hug til at flýggja frá øllum ti sum kennist tungt og svárt. Tað eru heilt natúrligar kenslur fyri ein sum er í tínari støðu. Tað kann vera sera ymiskt, hvussu vit menniskju uppliva sorg. Summi hava lætt við at tosa um teirra sorg, kenslur og tankar, ímeðan onnur hava ringt við at seta orð á tað tey føla og hugsa. Tað merkir bara at vit eru ymisk, og fyrihalda okkum til sorg á ymsan hátt. Nú veit eg ikki, hví pápi tín ikki er so nógv til staðar. Eg hugsi, um hann møguliga hevur ringt við at fyrihalda seg til seta orð á sína sorg, og tí flýggjar, tá ið kenslurnar verða ov sterkar. Tað ljóðar sum tú longu sum tannáringur hevur fingið ella átikið tær eina sera stóra ábyrgd, tí at tú hevur umsorgan fyri teimum, ið standa tær nær. Tað er sum tú ikki ordiliga hevur havt tíð til at vera tannáringur, og at hugsa um teg sjálvan. Møguliga hevur hetta eisini ført við sær, at tú kennir teg broyttan sálarliga. Eg hugsi, at tað er gott hjá mammu tíni at hava teg, sum hevur so stóra umsorgan fyri henni og vitjar hana og er har fyri hana. Eg hugsi eisini, at tað er týdningarmikið, at tú hevur umsorgan fyri tær sjálvum og hugsar um teg sjálvan. Gev tær sjálvum stundir til at vera keddur og troyttur. Tað tekur tíð at syrgja. Vónandi hevur tú tað stuttligt saman við vinfólkum viðhvørt. Tað er umráðandi at unna sær at hava tað stuttligt, sjálvt um tú ert í sorg. Tað hjálpir, um tað so bara er ein løta. Gott at kobla frá tungu tankunum.

Tað kundi verið gott fyri teg at havt onkran at práta við, um tað gevur meining fyri teg at seta orð á tankarnir og kenslurnar. Ein møguleiki er at práta við læknan, um ávísing til sálarfrøðing. Tú sigur ikki, hvørja sjúku, ið mamma tín hevur, men tað eru fleiri sjúklingafeløg, ið stuðla teimum avvarandi, sum eru rundan um tann sjúka. Kanska kanst tú fáa hjálp og vegleiðing frá teimum.

Tú ert vælkomin at venda tær aftur til okkara ráðgeving, um tú hevur tørv á tí ella spurningar um eitthvørt. Vit vilja hjálpa tær tað, ið vit eru ment.

Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin