Ein frekur vinnur

Spurningur: Ein genta sum eg var/eri vinnur við blívur við við at vera ønd við mær. Hon vildi at eg skuldi sita í síðunar av henni tá ið hon var einsamøll og seinni setti hon sær hjá onkrum ørum. Hon spurdi um vit skuldi sova í síðunar av til ein sleepover men legði seg saman við tær sum eru “populerar” sum ikki var pláss fyri meg. Hon segði orsaka men eg havi ikki fyrigivi hana tí at hon hevur gjørt sórit og sagt orsaka fyrr men hon blívur við at gera tað. Skal eg fyrigeva henni?

Hey

Tað ljóðar ordiliga keðiligt, at tú upplivir at ein av tínum vinkonum ger teg kedda, tí hon velur teg frá. Tað er altíð keðiligt at blíva valdur frá, og kanska serliga um man hevur fingið lovað okkurt annað, sum tú fortelur, at tín vinkona hevði lovað, at tit skuldu sova við síðurnar av hvørjari aðrari, men at hon so heldur fór at sova saman við undir liðuni av eini aðrari.

Tú spyrt um tú skalt fyrigeva tínari vinkonu, og ja, tað haldi eg at tú skalt gera. Fyrigev henni soleiðis at hetta ikki verur nakað sum fyllir inni í tær. Gerð tað fyri teg sjálva. Eg ímyndi mær at tað eisini er trupult hjá henni, at finna sítt pláss ímillum sínar vinir, og at hon ikki veit hvussu nógv hon særir teg. Men eg haldi eisini at tú skalt finna útav, um hetta er ein vinkona sum tú hevur hug til at brúka tína orku uppá, ella um tú kanska heldur hevur eina aðra vinkonu, sum hevði gjørt teg meira glaða, og sum tú heldur skalt brúka tíð uppá. Kanska er tað onkur onnur, sum tú kanst brúka tíð saman við, og so kunnu tit finna útav um tað kanska riggar betur.

Vónandi finnur tú eina loysn, soleiðis at tú ikki upplivir at blíva vald frá.

Alt tað besta til tín.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin