eg orki ikki meira

Spurningur: Eg orki simpulten ikki meira, drep meg bara! Eg havi livað soleiðis í umleið 2-3 ár nú, og nú orki eg ikki meir. Veit ikki hví eg ikki orki, einki er sum so hent í mínum lívi, sum er ræðuligt. Hesi seinastu 2-3 árini er livihugurin bara vorðin minni og minni, og nú er ikki tann stóri. Men tað sum eg ikki skilji, er hví… Haldi eg eri deprimerað, havi ikki fingið tað staðfest ella nakað, men eg hava lisið um deprisjón, og eg havi næstan øll symptomini. Eg havi ikki ordiliga nakran at tosa við um mín burturhug, ella tað havi eg kanska, men eg royni altíð at goyma at eg havi tað ringt. Vinir og kenningar hava oftani spurt meg, um nakað er galið, men mítt svar er altíð tað sama “Nei, eg havi tað gott.” Á ein ella annan hátt, vil eg ikki beinleiðis doyggja, men eg vil bara hava hjálp. Nú byrji eg so smátt at hugsa um, at eg burdi bara beint fyri mær við onkrum veikum tablettum, kanska panodil, og so hopa at eg var funnin áðrenn eg doyði, og fingið tað hjálp mær tørvar. Og hvørja hjálp tørvi eg? burdi eg kanska verðið innløgd? Men so á ein annan hátt vil eg doyggja, tí eg kann ikki ímynda mær hvussu tað hevði verið, um eg bleiv staðfest deprimerað, ella um mín sjálvmorðsroynd misseyðnaðist við viljaóvilja?.. Innan í mær rópi eg sum eitt svakt eftir hjálp, men uttan á royni eg at klistra hatta falska smílið uppá. Eg veit simpulten ikki hvat eg skal gera, eg eri ráðleys. Foreldursystkynfamilju tími eg ikki at tosa við, av ongari orsøk, vit klinga bara ikki uppá tann mátan… Eg havi á roynd og veru aldrin haft nakran at tosa við um tankar og trupul ting, og tá møguleiki hevur verið fyri tí t.d í skúla, havi eg aldrin torað at sagt nakað annað enn nøkulunda ja-lig ting. Fólk síggja meg sum ein so at siga glaðan og sterkan (sálarliga)persón. Men tað eri eg als ikki, eg kann fara niður í botn av ONGUN… T.d um onkur, ið eg eri góð við sigur okkurt lítið við meg, sum kanska er eitt sindur frekt, men ikki illa meint, kann eg ganga og hugsa um tað í langa tíð, og faktisk taka mær av tí, sjálvt um eg veit, at tað var ikki meint soleiðis. Eisini um onkur annar fær meira rós og kærleika enn eg, kann eg fara HEEEEIIIILT niður í kjallaran av tí. Haldi eg havi undirlutaðarkenslur, ella hvussu tað eitur. Ja, eg veit ikki hvat eg skal gera. Havi eisini roynt at skriva á chattinum, so ikki biðja meg tað! Havi eisini roynt at ringt einaferð, men eg kláraði ikki at snakka, so eg breyt av. Vónandi hava tit okkurt ráð til mín, tað hevði frøtt mítt hjarta. Takk fyri, tit eru mín einasta vón.

Góða tú, sum ikki orkar meira

Tá eg lesi títt bræv, eri eg í iva, ert tú veruliga rakt av tunglyndi ella um tú ert kedd og troytt av tí heila. Har er ein stórur munur. Týðuliga er tað tó, at tú pínist av lívinum og tí hevur tað ringt. Tað er natúrligt og gott at reagera, um ein er keddur av tí.

Tað er ikki altíð, at ein er sjúkur ella er tunglyntur fyri tí. Tá tú upplivur, at alt er so trist og keðiligt, verður lagið sjálvandi ringt, og tú fært ikki yvirskot til so nógv annað enn at hugsa um teg sjálva og hvussu ringt tú hevur tað. Tað er eisini tá ein roynir at flýggja frá øllum, tímir ikki at tosa við onnur, og kanska sum tú, fert at hugsa um at sleppa burtur úr tí heila. Tú sigur, at tú kundi hugsað tær at tikið Panodil, og vónar so, at onkur finnur teg. Tað er ongin góð loysn. Tú skalt taka rættuliga nógvar Panodil áðrenn tú doyrt av tí, men tú kanst verða álvarsliga sjúk av tí, livurin verður skadd, møguliga eisini nýruni og hjartað, so tú verður sjúk og fert at bera brek av tí restina av lívinum. Tað er ikki lætt at siga, hvat er best at gera hjá tær. Men bara tað, at tú vendir tær til okkara og hevur orðað nakað um tínir trupulleikar, er gott. Tú hevur roynt at kjatta við okkum fyrr uttan at tað hjálpti. Tá hevur tú helst fingið ymisk ráð og hugskot, um hvat tú kanst royna at gera, t.d. tosa við tíni nærmastu um, hvussu tú hevur tað ella farið til læknan, men tú hevur ikki

Tú kundi hildið áfram við at skriva tínir tankar niður t.d. í eina dagbók, tí tú dugur væl at skriva og orðar teg væl.Tú kanst eisini tosa við onkran vaksnan um,  hvussu tú hevur tað. T.d. við heilsufrøðingin, sum er á skúlanum, ein lærara sum tú hevur álit á ella onkran sum tú kennir væl, mostir, pápabeiggja e.l. Um tað er torført at vita, hvat tú skalt siga, kanst tú taka brævið, sum tú hevur skrivað til okkum við. Brævið sigur nakað um, hvussu tú hevur tað. Tú kanst eisini venda tær til ein sálarfrøðing, men tá kostar tað, um tú ikki hevur ávísing frá lækna ella frá barnaverndartænastuni í tínum øki.. Tað sum hevur týdning er, at tú fært sett orð á tínir trupulleikar og kann deila teir við onkran. Tað tekur ofta tíð at sleppa av við so ringar tankar, men at  viðgera og tosa um teir er ein góð hjálp. Vónandi fært tú tað betri. Tú sigur, at vit ikki skulu biða teg kjatta ella ringja til okkum, tað er í ordan, men tú ert altso vælkomin til tað eisini. Nú hevur tú skrivað og tað er fínt.

Heilsan

Tú & Eg Ráðgevingin