Eg havi ongan at tosa við

Spurningur: Hey, eg eri ein 15 ára gomul genta sum ikki veit hvat hon skal gera. Eg havi altíð haft tvær trúfastar vinkonur, líka til vit fluttu skula í fjør. Tann eina hevur funnið sær eina aðra og hin er so óstøðug. Eg ikki veit um hon veruliga er mín vinkona. Eg royni veruliga at passa inn, men einki riggar! Eg havi sjálvt roynt at drukkið meg skít, roykt og annað, men tað fái eg bara at vita hvussu keðilig eg eri. Hendan óstabila vinkonan kann verða mín besta vinkona í dag, men í morgin kann hon verda keðilig og ljót ímóti mær, akkurát sum eg eri breka ella líkanndi. Eg veit ikki hvat eg skal gera, eg havi tað sum um eg fari í ein aldudal, havi ofta hugsa sjálvmorðstankar, og um eg ikki fái ordan í tingini, eri eg næstan vís í at eg ikki fari at klára at liva við pínuni. Eg eri farin ígjøgnum rina rúgvu teir síðstu mánaðirnar. Ein í familjuni er farin fyri stuttari tíð síðani og tað er ikki altíð lætt heima. Eg trívist ikki heima hjá okkum. Mamma hevur nýggjan man sum ikki altíð er so fittur. Eg kundi sera gott hugsa mær at búð hjá ommu, men mamma tekur meg ikki í álvara. Eg veit ikki hvat eg skal gera, eg geri alt fyri at passa inn, men eingin er har tá eg eri eg sjálv. Vit hava fín hús og mangla sum so einki, men eg trívist ikki. Eg elski mína mammu, men vil ikki búgva saman við hennara nýggja sjeiki. Eg vil bara sleppa har eg trívist best, og har mínar veruligu vinkonur eri, har eg passi inn og har eg kann fáa frið. Góðu svara mær, tit eru mín seinasta vón!

Góða genta.
Tað kann vera trupult ikki at passa inn, sum tú upplivar. Tað er tó ikki tær, ið nakað er ‘gali’ við. At ein verður hildin uttanfyri og ikki sleppur upp í part kemur tíverri ofta fyri millum ungdómar, hóast tað ikki er nøkur orsøk til tað sum so. Men tað er trupult at kenna seg uttanfyri og er óbehagiligt, sum tú eisini sigur. Tú kanst royna at práta við onkran um hetta. Til ber at kontakta ein lærara á skúlanum, ið tú hevur álit á, ella at tosa við ommu ella mammu tína um tað, ið síðani kunnu hjálpa tær víðari. Um tú veruliga ynskir at flyta til ommu tína, so mást tú verða klár uppá at aðrir trupulleikar kunnu stúgva seg upp. Tað kann vera trupult fyri mammu tína, at tú ynskir at flyta, og hetta kann ávirka tykkara forhold. Ein kann eisini hugsa sær, at um mamma tín visti at tú ikki trívist í skúlanum og í tínum frítíðarlívi, so hevði hon tikið tað í álvara, tá tú tosar um at flyta. Tú kanst royna at fáa ommu tína at hjálpa tær at práta við mammu tína um hetta, soleiðis at alt verður sagt á ordiligan hátt.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkara
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin