eg eri soo forelskað í xxxxx

Spurningur: Heey! Eg eri sooo forelskað í einum drongi í mínum flokki, men eg veit ikki hvat eg skal gera, eg havi droymt um hann, eg hugsi um at eg klemmi hann. Eg eri bara ssoooo forelskað í honum. Mín vinkona hevur skrivað inn til tykkum fyrr og dulnevnið var xxxxx, og nú er hon ikki besta vinkona við hana meira, men meg og tað er hon meega glað fyri. Men hasin drongurin sum eg eri forelskað í er líkasum coolast í flokkinum, eg eri akkurát sum ein býtt fluga :´( Eg kann ikki vinna hansara hjarta, men 3 dreingir uppføra seg so løgið í móti mær meira fittur :I

Góða forelskaða genta!
Takk fyri títt fitta bræv. Forelskilsi eru altíð bæði ring og góð. Man er bæði glaður og keddur, uppi og niðri. Tað tú kanst gera, er at vera tú sjálv, og so royna at finna mátar at vera saman við honum, til dømis at gera okkurt saman í fríkorterum ella aftaná skúlatíð, tit og fleiri vinfólk. So kanska tú vinnur hansara hjarta við tíðini.
Tú skrivar eisini um vinkonu tína, tað ljóðar sum tit nýliga eru vorðnar vinkonur. Tað er gott at hoyra, at tit eru glaðar saman, tí vinir eru so týdningarmiklir.
Tað seinasta í brævinum skilji eg ikki ordiliga, men eg giti, at tú meinar, at tríggir dreingir vísa tær áhuga, at teir kanska eru smáforelskaðir í tær? Um so er, so skilir tú, hvussu teir hava tað, tí tú ert sjálv forelskað. Teir hava tað sikkurt líka ringt sum tú, og føla seg kanska eisini sum býttar flugur! J

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin