Eg eri ov harlig/ur

Spurningur: Eg eri blívin ov harlig/ur. Eg sláði uttan at hugsa um tað. Ofta tá eg geri knappligar røsrlir flyta fólk seg undan mær, tey eru bangin fyri at eg fari at gera teimun mein. Nú eri eg byrja/ður við at isolera meg sjálva/n, tí at eg eri so bangin fyri at eg fari at gera okkurt bítt.

Hey og takk fyri títt bræv.

Tað er ikki so einfalt at koma vit einum greiðum svarið til títt bræv. Tú lýsir nakrar støður, sum tørvur er á at greiða nærri frá, um vit skulu kunna veita góða hjálp. Tað er gott at tú ert greið/ur um støðuna. Hesum kunnar tú væl um.
Um tú ringir til okkara á 116 111 so kunnu vit tosa um tína støðu, uttan at vit vita hvør tú ert. Her kunnu vit saman royna at seta orð á tínar kenslur og saman finna eina loysn.
Vinaliga
Tù & Eg Ráðgevingin