Dullan

Spurningur: Eg havi funnið út av, at eg havi eitt herpes sár, ið er komið í útbrot nú, tá ið tað er summar og sól. Tað havi eg eisini lisið og kannað mær á internetinum. Tað situr ikki á kynsgøgnunum, ei heldur á munninum, men nærri sagt á nøsini. Spurningur mín er so: Hvussu ofta um árið kann herpesið útbrótast um árið? Seinast eg hevði tað, tað var fyri einum ári síðan…præcis haldi eg. Og tað sigst, at tað bara kann smitta á aðrar kropslimir, tá tað er í útbroti. Kann tað eisini smitta á aðrar kropslimir hjá mær, um eitt nú veska kemur úr sárinum ella eg nemi tað og nemi so t.d. armin? Gleði meg at fáa boð..

Hey dullan!
Tú hevur longu verið á internetinum og fingið tær vitan um herpes, so eg fari beint til tínar spurningar. Sárini venda aftur á somu støð ferð eftir ferð. Summi hava tey rættiliga ofta, men tað ljóðar ikki, sum tú ert so nógv plágað av sárum. Tó eru tey keðilig at ganga við, hvørja ferð tey koma fram. Nógv fáa sárini, tá tey eru strongd, ella eru og ferðast, serliga um summarið, tá sólin skínur. So tað ber ikki til at siga, at tú fært tað fast eina ferð um árið, men tað er helst sólin og summarið, sum fær tíni sár at koma fram. Meðan sárið er í útbroti, smittar tað. Tú kanst t.d. flyta smittuna til eitt nýtt øki, tá tú turkar tær um munninnøsina. Fyri at útbrotið skal vara so stutt sum gjørligt, kanst tú brúka ymisk sløg av salvu, sum kunnu keypast á apotekunum. Tað er umráðandi, at tú hugsar nógv um reinføri og hvussu tú kanst forða fyri, at tað ikki smittar víðari, eisini í samveru við onnur.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin