DiddaN

Spurningur: HeeY ;P Eg eri ein genta og eri 15 ára gomul :) Eg havi eina bestu vinkonu. Eg eri mega góð við hana ;P men so er tað tað, at øllum dreingjunum dámar hana og rópa allatíð til hana og AALT. Eg standi altíð eftir. L Hon er mega forandrað nú, hon er blivin meira sjálvglað og alt. Eg havi mega lítið av vinum, eg eri for smæðin til at koma at kenna onkrar aðrar gentur. Hvat skal eg ger við alt hetta? Vinkona mín betýðir alt fyri meg, men hon kann gott særa meg av og á :`(Hjáááálp mær skjótt? L eg klári ikki væl at bíða so leingi eftir svari L

Góða DiddaN
Eg skilji, at tú ert eitt sindur kedd og kanska eisini ósikkur uppá tykkara vinarlag. Tit eru í einum aldri har nógv ting henda sum tit ikki hava roynt fyrr, og nógv ting broytast. Tað kann skapa ótryggleika, men kann eisini vera spennandi. Knappliga eru dreingir áhugaverdir, og teir fáa eisini áhuga á gentum. Tað, at vinkona tín fær uppmerksomheit frá dreingjum, kann gera, at hon verður glaðari fyri seg sjálva. Men tað kann í grundini eisini vera, at tá hon virkar sjálvglað, so er tað tí, at hon slett ikki veit, hvussu hon skal vera, kanska er hon ósikkur í forhold til hvussu hon skal vera? Men tað er væl skiljandi at tú kennir teg eitt sindur uttanfyri, tá hon fær alla uppmerksomheitina, men eg hugsi um tú ikki kann gera okkurt annað tá tað hendir. Fara yvur og tosa við onkran annan ella fara okkurt ørindi. Ella bara tosa við. Tað kann vera at dreingjirnir ikki eru forelskaðir í tær ella tú í teimum, men tit kunnu tosa væl saman allíkavæl.
Men tú sigur at tú ert ov smæðin til at fáa aðrar vinir. Men hinvegin er tað avgjørt ikki gott at vera totalt avhengi av einum vini. Tú sigur at vinkonan betýðir alt fyri teg, sjálvt um hon særir teg við hvørt. Tað er sera umráðandi at tú ikki letur hana (ella onnur fólk) fara illa við tær og at tú ert klár yvir, at tú ert nógv verd og kanst krevja, at onnur eru ordilig við teg. Eg haldi tú burdi roynt, at vant teg spakuliga av við smædnina. Tað ger einki um ein er eitt sindur smæðin, tí øll eru vit ymisk, men tað er so keðiligt, um smædnin forðar tær í at gera ting, tú hevur hug til. Til dømis kundi tú lært teg at siga frá við vinkonuna, tá hon særir teg, tað skal tú ikki finna teg í. Og hugsa so um, at tú skalt eisini hava tað stuttligt, um ikki saman við hasari vinkonuni, so saman við onkrum ørðum.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin