Hey danskarin?!
Kærleikin er ikki lættur at skilja. Samspælið millum fólk broytist ofta, og tað kann tykjast ringt at finna greiðu á, hvat er tað rætta. Tú hevur upplivað nógv hesi tvey árini, ljóðar tað til. Tú hevur skift skúla, land og útbúgving, og tað kann hava gjørt sítt til, at tú ikki kennir tryggleikan, sum kanska krevst fyri at skapa eitt tættari samband við eitt annað menniskja. Sjálvt um tað ljóðar til, at tú hevur tað gott, og at tú trívist við tað sum tú gjørt, skal kanska eitt annað grundarlag til, fyri at tú kann finna tann kærleika tú sóknast eftir. Eitt slíkt grundarlag, sum tú hevði her í Føroyum. Onkur heldur kanska, at tú ert heppin – tí tú kanst brúka alla tína orku uppá skúlan og skúlating, heldur enn kærleikin, sum ofta kann taka nógva tíð. Tú mást vera opin fyri tí, sum tú kennir teg væl í, sum tú følir mennir teg og ger teg gleða. Kanska ert tú eitt stað í lívinum, hvar tú leitar eftir hvør tú vilt vera. Tá tú hevur funnið tað, verður tú kanska opin fyri øðrum fólki aftur.
Góða eydnu við kærleikanum!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin