Bi’in

Spurningur: Halló Tú og Eg.. Eg sigi við vinkonurnar, at eg eri bi, tí tað eri eg… ella í løtuni…mær dámar væl gentir, kanska tað er tíðin beint nú, men eg livi sum sagt í nútíðini. Tær taka tað seriøst hjá øðrum, men mær, nanei…whth shall I do? Eg havi roynt at tosa við tær, men so gera tær bara gjøldur burtur úr tí. Eg eri ikki forelskað í nøkrum av teimum ella hyggi at teimum, men kundi hugsa mær, at tær stuðlaðu mær í tí. Help, eg eri ofta kedd av tí, sum um eg skal finna mær dreingjavinir, sum eg skal tosa við ordiligt (men sjálvsagt endar tað altíð við at man fer at tosa um lebbaporno, I do not want that). Bara onkur lurtar, so er tað deiligt.

Góða ‘bi’in’
Ikki er tað lætt, tá man følir at hugburðir og virðir hjá einum ikki verða møttir. Tí er tað væl skiljandi, at tú verður kedd tá vinkonurnar hjá tær ikki taka teg seriøst.
Bara tað at skulla tosa um seksualitetin hjá hvørjum einstakum, er nakað heilt persónligt og ikki líka lætt hjá øllum. Tí er tað eisini nakað sum kann gera ein ógvuliga ósikran. So tað at vinkonurnar hjá tær ikki taka teg og tín seksualitet seriøst, kann møguliga snúgva seg um ósikkurheit frá teirra síðu. Gev teimum tíð at venja seg við tankan. Og sig, at tú hevur brúk fyri teirra stuðli og vinarlagi nú. Tú kanst eisini fortelja teimum hvussu tú hevur tað, tá tær ikki taka teg seriøst. Ikki hugsa um at skula finna nýggjar vinir av hesi orsøk.

Alt tað besta.

Tú & Eg Ráðgevingin