:():():():()

Spurningur: Eg havi veri saman við somu gentu tvær ferðir. Eg fái hana ikki úr høvdinum, og eg veit longu sjálv, at eg elski hana. Tað havi eg vita nu í langa tíð. Men eg havi verið so stressa, og so av tí at eg havi veri so stressa, havi eg so sakt nakað, eg ikki burdi ella skal. t.d havi eg sagt tvær hemmiligheitir hja henni. Og eg havi nokk eisini koyrt nógvari av mínari vreiði yvir á hana. Eg eri so kedd av tí, og royni hvønn dag at gera tað betur, sjálvt um eg veit at einki fer at henda aftur í millum okkum. Eg veit ikki um tú fart hjálpt mær við hesum men eg hevði brúk fyri at skriva til onkran um tað sum eg eri/var í gjøgnum. v.h Genta 13 ár

Góða Genta

Takk fyri títt bræv.
Nú skrivar tú, at tú hevur verið saman við somu gentu tvær ferðir. Vit vita ikki heilt hvat tú meinar við hesum, tí vilja vit líka minna á, at ein skal verða 15 ár, fyri at hava loyvið at verða kynsliga saman við einum øðrum, og at hetta samstundis skal verða við samtykki frá báðum pørtum.
Tú tosar eisini um stress og vreiði. Tað hevði verið eitt gott hugskot at skriva til okkum, ella tosa við skúlasjúkrasystrina um hesi viðurskifti, tí tað er ikki rætt at verða stressa og hava nógva vreiði. Tú kanst eisini ringja anonym til 116 111 og tosa við ein ráðgeva. Tað er sera deiligt at lesa, at tú hvønn dag roynir at gera tað betri, uttan mun til um tað verður gott aftur tykkara millum. Tú bendir á at tú hevur verið í eini trongstøðu, og sagt eitthvørt tú ikki átti. Vit vóna at tú fær tosa við tína vinkonu um hesi viðurskifti, og greið henni frá tínum kenslum, so hon vónandi eisini skilur teg.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin