………..

Spurningur: Nær er tad vanliqt at vera seriøst saman vid einum dreinqi?

Hey ‘Dulnevnd, 14 ár’.
Tú spyrt, nær tað er vanligt at vera seriøst saman við einum dreingi, og eg giti at tú meinar, nær tað er vanligt at fara í song við einum dreingi fyrstu ferð. At fara í song saman er fyri tey flestu eitt stórt og spennandi stig at taka, og vanligt er, at ung hava nógvar tankar og spurningar í hesum sambandi. Kynsligi lágaldurin í Føroyum er 15 ár. Tað vil siga, at tað ikki er loyvt at hava samlegu, áðrenn ein er fyltur 15.

Í londunum kring  okkum er miðalaldurin fyri, nær gentur hava samlegu fyrstu ferð, 16 ½ ár. Men tað vil eisini siga, at summar eru yngri og summar eldri fyrstu ferð tær eru í song við onkrum. Tað sum er mest umráðandi er, at tú lurtar eftir tær sjálvari og merkir eftir, um TÚ ert til reiðar og um TÚ hevur hug, og at tú ikki kennir teg noyddan til nakað. Tú skalt virða teg sjálva, og tú hevur altíð rætt at siga nei. Haraftrat er umráðandi at tit nýta hít, bæði fyri at verja teg ímóti at verða við barn og ímóti kynssjúkum.

Vanligt er, at bæði drongurin og gentan eru nervøs og halda at tað er flovisligt, og nógv vaksin fortelja, at tey hildu, at tað var kiksað fyrstu ferð tey høvdu samlegu. Tí er eitt gott hugskot at bæði geva sær góða tíð og tosa saman um tað áðrenn og aftaná. Um tú ella tit halda at tað er torført at tosa um kynslív, so kunnu tit saman fara inn á barnabati.kinsta.cloud og klikka á ”fyrstu ferð”. Har eru nógv góð ráð umframt leinkjur til støð, har tú ella tit kunnu lesa meira um, hvussu onnur ung hugsa um kynslív og tað at hava samlegu fyrstu ferð.

Góða eydnu – og skriva endiliga aftur, um tú hevur meira at spyrja um, ella um tú hevur okkurt tú hevur hug at fortelja okkum.

Tú & Eg Ráðgevingin