:´(

Spurningur: Hey!!! Vit eru 10 gentur i flokkinum og allar uttan eg hava hár har niðri… ert tað nakað galið við mær?

Hey :´(
Nei, tað er einki galið við tær. Tað er so ymiskt, nær gentir fáa hár í neðra. Tú mást bara hava tol, tí tað fer at koma. Heilt sikkurt. Men eg skilji væl, at tú ert eitt sindur ótolin. Man vil vera líka sum hini.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin