Er happing ein trupulleiki í skúlanum og á netinum, ella kennir tú teg settan uttanfyri?
Her kanst tú fáa góð ráð um, hvussu tú kanst steðga happing. Hygg at sjónbandinum, les brøvini, sum børn hava skrivað, fá hjálp til at orða eina klagu til skúlan ella eitt bræv til onkran vaksnan.
Filmur: viðmerkingar frá gerandisdegnum
Eg havi happað!
“Eg havi mega ringa samvitsku. Til eina veitslu flentu mín besta vinkona og eg eftir eini gentu frá paralellflokkinum, hvørja ferð hon royndi at siga okkurt.
Nú … er tað bara nakað vit gera, hvørja ferð vit síggja hana. Tað er sum at vit kappast um, hvør kann finna upp á tað stuttligasta eyknevni til hana.”
Hvat tú kanst gera
Tú kanst ringja dulnevnt til 116 111 Tú & Eg Ráðgevingina
Hvat tú kanst gera í sambandi við happing
Happing er nakað, tú ikki mást halda fyri teg sjálvan!
Tað er týdningarmikið, at tú fortelur onkrum vaksnum um happingina, tí tey hava ábyrgdina av tær.
Kennir tú ongan vaksnan, tú følir teg tryggan at tosa við, kanst tú í fyrstu atløgu fortelja einum vini um happingina. Kanska kann vinurin hjálpa tær at finna ein vaksnan, tú kanst tosa við. Ella kundu tit saman farið og biðið um hjálp.
Viðhvørt leggja tey vaksnu ikki merki til happingina. Tí er tað týdningarmikið, at tú sigur tað við tey, so tey kunnu hjálpa tær við at steðga happingini.
Tú kanst eisini ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111, so hjálpa vit tær fegin. Øll, ið ringja til okkum, eru dulnevnd.
Hevur tú sagt tað við ein vaksnan, men følir, at tú ikki fært hjálp?
Tey vaksnu skulu taka tað í álvara, um tú fortelur teimum um trupulleikan við happing. Royn og fá onkran at hjálpa tær við umaftur at boða frá happingini.
Tú kanst eisini senda klagu til skúlan
Hevur tú fortalt einum vaksnum í skúlanum, at tú ert fyri happing, og tey einki gera við tað, so kanst tú senda eina klagu til skúlan.
Er happing vorðin ein trupulleiki?
Her eru fimm góð ráð til tín.
1. Sig tað við ein vaksnan:
Tað er týdningarmikið, at tú tosar við ein vaksnan, um tú ella onkur annar verða happað. Sumt er so álvarsamt, at tú fært ikki loyst teir uttan hjálp. Tað er álvarsamt, um onkur verður fyri happing. Hesum má onkur vaksin hjálpa við.
2. Tú skal ikki finna teg í tí!
Tað er ongantíð tín skyld, at onnur happa teg. Kanska hugsar tú: “Tað man vera tí, at eg eri ikki nóg spennandi”, ella “Eg gangi heldur ikki í líka smartum klæðum sum hini”. Men tað eru ikki ikki bara tey, sum síggja serlig út, ella tey, sum eru meira smæðin ella meira snarsint enn hini, ið verða happað. Ein kann verða happaður fyri alt, og tað kann eisini vera happingin, ið ger, at mann verður meiri afturhaldandi ella meiri snarsintur Tað er einki galið við viðkomandi, ið er fyri happing, men felagsskapurin, sum ein er partur av, tað er galið við.
3. Fá hjálp frá einum vini:
Nógv børn siga, at tað hjálpir, um onkur annar í flokkinum ella í skúlanum torir at vísa ella siga frá, at viðkomandi fegin vil vera saman við tí happaða. Kanska hevur tú ein vin, ið kann hjálpa tær at siga við tey, sum happa, at tey skulu gevast at happa, tí tað er einki stuttligt.
4. Minst til: Allur flokkurin hevur ábyrgdina av happing:
Tað er ikki bara óbehagiligt hjá persóninum, ið verður happaður. Ofta gongur happing eisini út yvir trivnaðin í flokkinum. Nógvum børnum dámar ikki at ganga í einum flokki, har huglagið er ringt, og har onkur altíð er í ringum lag. Tað er ikki serliga hugaligt at skula vera á varðhaldi fyri hvørjum øðrum alla tíðina, og stúra fyri, at tú kanska verður tann næsti, ið stendur fyri skotum.
5. Sig tað umaftur!
Nógv, ið ringja til Tú og Eg ráðgevingina á tlf. 116 111 vegna happing, siga, at tey hava sagt tað við flokslæraran og foreldrini. Tað merkir tó ikki altíð, at happingin steðgar. Hóast tað ikki hjálpti fyrstu ferð, so gevst ikki. Viðhvørt skulu vaksin fáa okkurt at vita fleiri ferðir, áðrenn tey gera nakað við trupulleikan.
Tú hevur rætt til at ganga í einum skúla, har eingin verður happaður
Tú hevur rætt til at ganga í einum skúla, har tú hevur tað gott, tí ert tú ikki í góðum lag, ella kennist støðan ótrygg, lærir tú ikki líka væl, sum tá ið tú hevur tað gott.
Lærarin hjá tær skal hjálpa tær
Tað kann vera sera ringt at gera nakað við happing uttan hjálp frá øðrum. Ert tú fyri happing, skalt tú í fyrstu atløgu siga tað við læraran.
Hjálpir lærarin tær ikki, kanst tú royna at siga tað við onkran annan vaksnan í skúlanum. Tað kann vera, at hesin persónurin skilir teg betri og kann gera okkurt við trupulleikan.
Her kanst tú fáa vegleiðing, ið ger tað lættari hjá tær at greiða frá happingini. Sí leinkju: skriva eitt bræv
Tú kanst fara til skúlastjóran
Um tað ikki hjálpir at tosa við læraran, kanst tú fara til skúlastjóran. Skúlastjórin ræður í skúlanum. Hann hevur ábyrgdina av, at skúlin heldur lógina, at børn skulu hava tað gott í skúlanum og ikki eru fyri happing.
Tú kanst fáa hjálp frá skúlaleiðsluni ella næmingaráðnum
Umframt lærarar og skúlastjóra er eisini ein skúlaleiðsla og næmingaráð í skúlanum. Bæði skúlaleiðslan og næmingaráðið kunnu viðgera trupulleikar við happing í skúlanum.
Tú kanst eisini klaga til skúlafyristingina í kommununi (Trivnaðarnevndina hjá kommununi??
Ger skúlaleiðslan einki fyri at steðga happing í skúlanum, so kunnu tú og tíni foreldur seta tykkum í samband við skúlafyristingina? Har kunnu tit klaga um, at skúlastjórin ikki ger sítt arbeiði nóg væl.
Verður happing til harðskap, kann tað meldast til løgregluna
Talan er ikki bara um happing, um onnur sláa, skumpa ella sparka teg, men um harðskap. Kropsligur harðskapur er ólógligur og kann meldast til løgregluna www.politi.fo
Í 2010 vórðu tveir dreingir í Danmark dømdir fyri harðskap, tí teir høvdu skumpað ein 13 ára gamlan drong niður í ein runn fleiri ferðir, so at drongurin fekk sár í andlitið og á ryggin. Drongurin varð eisini sparkaður, meðan hann lá í runninum.
Í revsilógini stendur, at alt verður gjørt fyri at fyribyrgja lógarbroti. Tað vil siga, at eru fólk fyri harðskapi, sum tú veitst um, skalt tú gera alt fyri at steðga tí. Tú kanst eitt nú seta seg í samband við løgregluna.
Tað er ólógligt ikki at royna at steðga harðskapi, tí kunnu øll verða revsað, um hetta ikki verður gjørt.
Skriva eina klagu um happing
Hevur tú fortalt einum vaksnum í skúlanum um happing, og viðkomandi einki ger fyri at hjálpa tær, kanst tú skriva eina klagu til Barnaumboðsmannin bum
Tú kanst altíð tosa við Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111. Har fært tú góð ráð, hvussu tú skal gera.