Beiggi mín

Spurningur: Hey Eg eri bekymrað/ur um beiggja mín. Hann er næstan 11 ár, og hann tímir slett ikki skúlan, lærararnar ringja heim næstan hvønn dag, og eg føli ikki at foreldur míni gera nokk við tað. Eg føli at eg má gera okkurt, tí at eg klári ikki at standa og “hyggja at” longur. Eg havi biðið foreldur míni at kanska fáa beiggja mín til sálarfrøðing, men tað gera tey ikki, av onkrari orsøk, eg ikki veit um. Hvat skal eg gera?

Góða Genta,

Takk fyri títt bræv.

Tað er sera flott av tær at skriva til okkara í hesum sambandinum. Tú kanst fortelja foreldrum tínum um Mentorskipanina hjá Barnabata https://barnabati.kinsta.cloud/mentor/
Samskiparin hjá Barnabata, ið arbeiðir við Mentor, hevur góðar royndir við júst slíkum avbjóðingum sum tú tosar um.
Tú kanst eisini ringja anonymt til 116 111 og hoyra nærri um hvussu vit kunnu hjálpa víðari.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin