Góða genta 19 ár.
Tú hevur rætt, tað ber til at vera við barn, hóast menstruationin kemur sum vant, men tað er eitt undantak, og bløðingin er aloftast minni tá.
Hormonini, tá ein er við barn ávirka eisini kroppin á annan hátt, vaml, møði, spent bróst, luft i búkinum , lagið kann vera skiftandi og nógv annað. Tær flestu kvinnur merkja onkrar kropsligar ella sinnisligar broytingar longu um tað tíðina , tá ið menstruationin ikki kemur. Hevur tú illgruna um graviditet, so ger eina graviditets roynd.
Nakað heilt annað er, at “pull out” metodan (Maðurin fær avgongu uttanfyri vagina) er alt ov ósikkur, at brúka , um tit ikki vilja verða foreldur nú. So ráðini eru, at tú alt fyri eitt fer til tín lækna og fær góð persónlig ráð og byrjar eina sikra fyribyrging.
Vinaliga
Tú og Eg Ráðgevingin