Noyðist eg at vera her?

Spurningur: Eg veit ikki ordiliga hvussu eg skal byrja.. eg veit heldur ikki hvat er galið, men í skúlanum renni eg runt, flenni og fáði øll onnur at flenna, síðani komi eg heim, og eg bresti út úr at gráta. tað gerid eg inntil mamma mín kemur heim, tá smílist eg aftur og spæli at alt er í ordan. so tá eg fari í song, liggi eg aftur og gráti, og hugsi um fleiri mátar eg kann takað mítt egna lív. eg byrjaði at skera meg sjálva fyri hálvum áðri síðani, og klári ikki at steðga. eisini tá ið eg flenni og havi tað skeg í skúlanum, er alla tí ein tanki í høvdinum ið sigur at eg skal drepa meg sjálva. Eg havi eina bestuvinkonu ið veit um allir mínir trupuleikar, og tað hjálpir mær nógv. men hon er eisini tann einaðsta ið veit hvussu eg havi tað. eg havi havt aðrar vinkonur fyrr, men havi aldrin kunna sakt nakað við tær, tí tær hava bara sakt “omg ja eg veit akkuråt hvussu tú hevur tað…” and so on.. men tað er veruliga eingin ið orduligani skilur meg..? Orsaka fyri langa brævið.

Góða genta 15 ár,

Takk fyri brævið. Eg haldi at tú dugir væl at forklára hvussu tú hevur tað og hvat tú følir. Tað er gott at tú hevur skriva hetta brævið til okkara, og hevur sett orð á tankarnir og kenslurnar tú stríðist við. Tað er gott at tú vil vísa onkrum hesa síðan av tær sum tú goymir.

Tú er í eini tíð í lívinum har tað hendur nógv, tað henda stórar broytingar í tær og rundanum teg. Tú er í gongd við at mennast frá at vera barn til at fara inn í ein vaksnan heim. Tað kann tykjast ringt, og tað kunnu vera nógvar kenslur sum ein ikki ordiliga veit, hvat man skal gera við.

Í brævinum skrivar tú eisini erliga um tað at tú skerir teg og um tínar sjálvmorðstankar. Tað er gott at tað eisini kemur út, og kanska følir tú teg nú lættaða yvir at hava fingið tað sagt? Bara tað kann geva vón. Eg vil siga við teg at tað altíð finnist ein betur loysn enn at gera sjálvmorð og at skera í seg. Har er ein framtíð fyri tær, sum tú sjálv kann skapa og fylla upp við teimum tingunum, sum tær dámar at gera. Ting sum gera teg glaða og róliga – hvat ger teg glaða og róliga?

Sjálvt um tú nú er mest upptikin av hesari síðuni av tær, sum tú goymir fyri tínum nærmastu, vil eg siga við teg, at tað er ein fyrimunir at tú klárar teg so væl í skúlanum og hevur vinir. Tú hevur also nakrar sterkar síður, sum eisini fara at vera ein fyrimunir hjá tær í framtíðini.

Nú, tú hevur skriva til okkara, upplivir tú kanska, hvussu stóran týdning tað hevur at deilia tínar tankar við onkran. Eg havi virðing fyri at tað er ringt at siga slíkt við síni foreldur, men eg hugsi at tú burdi roynt at lata upp fyri tí. Eitt gott ráð er at royna at skriva tankarnir hjá sær niður. Tú kann royna at svara hesum spurningum: Hvat er tað sum ger at tú hevur hesar tankarnar? Hvat er tað sum ger teg kedda?

Eg hugsi at tú, beint nú, hevur minst tvey fólk sum vilja tær alt tað besta og gjarna vilja sleppa at hjálpa tær. Hesi eru mamma tín og heilsufrøðingurin í skúlanum. Kanska tú sjálv kann koma í tankar um onkran annan vaksnan, sum tú veit vil hjálpa tær? Um tú heldur at tað er ringt at siga tað, so kann tú vísa teimum hetta brævið sum tú hevur skriva til okkara. Hvat heldur tú um tað?

Eg vil eisini eggja tær til at ringja til okkum á 116 111 tá ið tú hevur tørv á at deila tínar tankar við onkran. Um tú ringir 116 111 er tú dulnevnd og har eru ráðgevar, sum hava nógvar royndir at lurta. Um tú ringir kunnu vit eisini spyrja teg nakrar spurningar, so vit betur kunnu ráðgeva tær.

Nú um jólini hava vit opið hvørt kvøld frá kl 20-22
tó við víðkaðum upplatingartíðum Jólaaftan og 1. Jóladag, frá kl 20 til 24

Kærar heilsanir,
Tú & Eg Ráðgevingin