Góða genta 13 ár
Gott tú sigur frá! Tað er umráðandi, at tú fær dygga og góða hjálp alt fyri eitt.
Tú hevur verið fyri sera álvarsligum sálarligum ágangi. Hóttanum, at skera vekk hondina og verða dripin. Hetta er sera álvarsligt.
Tað er gott at tú er komin í samband við barnaverndina. Vit halda at tú skal siga frá aftur við sálarfrøðingin og barnaverndartænastuna, og tosa meira við tey, tey vilja gjarna hjálpa tær. Um tú heldur tað er ringt, kanst tú eisini ringja til okkum og vit hjálpa tær við tí. Tú hevur rætt til at hava tað gott!
Í brævinum skrivar tú, at tú byrjaði at skera teg í desember 2019 og hevði nógvar tankar um sjálvmorð. Fær meg at hugsa um, hvussu tað var at vera tú áðrenn desember 2019?
Tað sum er gott í tí tú skrivar er, at tú hevur sagt og sigur frá. Eisini at tú viðhvørt, hevur tað eitt sindur lættari og betur.
Skilji, at tað er so trupult at vera tú, at tú vil sleppa vekk. Hvat er sum ger lívið hjá tær vert at liva? Hoyri tú hevur góðar vinkonur og at skúlin ger tær gott. Hvat er í tínum lívi sum gevur tær meining? Onkur í familjuni kanksa? ella djór, vinkonur, floksfelagar,…
Er nakað tú kann gera, sum kann avleiða tankar og kenslur, tá tú hevur sterkan hug at skera í teg. Td. Tekna, lurta eftir tónleiki, leggja puslispæl, ganga túr, ringja til vinkonu, vera saman við vinkonum,…
Tað er sera týðingarmikið og gott at tú sigur frá og ikki ber alt sjálv. Tað er flott at tú dugir so væl at tosa um hvussu tað er at vera tú og hvussu tú hevur tað, tað fer at hjálpa tær at fáa tað betur.
Eg vil heita á teg at ringja aftur til barnaverndina og sálarfrøðingin, vit vita ikki hvørja kommunu tú býr í, men tú kann finna eitt nummar her http://www.bvs.fo/barnaverndartaenasturnar sum tú kann ringja til.
Tú kann eisini ringja til okkum á telefon 116 111 ella beinleiðis til løgregluna á 112 um foreldur tíni hótta teg.
Tú & Eg Ráðgevingin