Foreldur hótta

Spurningur: Vit hava sletta spurningin so at tú kann vera anonym.

Góða tú, sum ynskir at barnaverndin hjálpir tykkum meira.

Vit vilja fegin heita á teg um at ringja til okkum á 116 111, so vit betur kunnu hjálpa tær.

Visti tú av, at vit í Føroyum hava nakað sum eitur Barnsins umboðsmaður. Børn og vaksin kunnu klaga til umboðsmannin, um tey halda, at ein almennur ella privatur myndugleiki ella stovnur ikki hevur borið seg rætt at móti einum barni.

Tú kann fara inn á heimasíðu teirra sjálv www.bum.fo. Tú kann eisini ringja til okkum á 116 111, vit vilja gjarna hjálpa tær við tí.

Tú & Eg Ráðgevingin