Maður mammu hevur sligi meg

Spurningur: Eg veit ikki hvat eg skal gera. Maður mammu mína hevur sligi meg so eg fekk blátt merki, hetta hendi ca. 3 ár síðan tvær av mínum vinkonum vóru har, eg hevði spurt mammu um eg kundi koyra neglalakk á mínar fingrar hon segði ja men hann segði nei eg gjørdi tað alíkaðvæl so tá tey komu heim hann kom upp í kamari og pískaði meg á lærið og fór út úr kamarinum , vit vóru forðskrektar so fóru vit út eina løtu eg tordi ikki heim aftur og tori enn ikki eg fortaldi mammu og vísti henni tað bláa merki á lærinum men hon segði bara tú hevur sikkurt smekka teg í.

Hey tú

Takk fyri brævið.

Vit kunnu gera tað greitt beinanvegin. Tað er undir ongum umstøðum loyvið at brúka harðskap.

Tað kann verða eitt sindur torført at koma við heilt greiðum ráðum til slíkar støður, tí at tað er neyðugt at spyrja eitt sindur nærri um hesar ymisku upplivingarnar áðrenn. Tí vilja vit fegin heita á teg um at ringja til okkara anonymu telefonráðgeving, á 116 111.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin