Hví 15?!

Spurningur: Hey! Eg vil gjarna vita hví vit ikki kunnu hava “sex” nú tá vit eru 13?! Eg veit at kroppurin nokk ikki er klárur enn. Men eg td. byrjaði kynsbúning tá eg var 10! Eg sjálvur, haldi at eg eri klárur til “sex” Eg haldi at tað er skeivt at vit ikki sjálvi sleppa at bestemma um okkara egna kropp! Eigur mamma mín hann? Nei! Pápi mín? Nei! Eingin uttan eg eigur mín kropp! Vh- eg

Hey tú

Tú ljóðar sum ein skilagóður drongur. Sterkur og ynskir at vera egin harri, hetta er deiligt at lesa.

Tú skrivar at tú heldur at tað er órættvíst at kynsligi lágaldurin er 15 ár, tí tú vilt ráða yvir egnum kroppi! Tað gert tú eisini í ein stóran mun, men myndugleikarnir hava ásett kynsliga lágaldurin til 15 ár. Hetta er gjørt fyri eins egna besta, umframt fyri at verja tann einstaka fyri eitt nú kynsligum ágangi.

Tí at, tá man er undir 15 ár er man ikki fullvaksin enn, hvørki kropsliga, sálarliga, sosialt ella kensluliga. So tað kann eisini skjótt henda at man kemur til at gera okkurt sum man angrar seinni. So myndugleikarnir ynskja ikki bara at tú skal vera kropsliga og kensluliga klárur, men tú skal eisini hava tað vitanina sum skal til fyri at fáa eitt gott sexlív. Tú skal hava lært um fyribyrging, kynssjúkur, samtykki, at gerast við barn og eisini um sjálvt tað at hava sex. Hvussu tryggjar tú tær sjálvum eina góða uppliving fyrstu ferð? og hvat kann tú gera soleiðis at tann tú er saman við fær eina góða uppliving?

Tað snýr seg also ikki bara um teg, tað snýr seg líka so nógv um tann tú er saman við.
Tað handlar heldur ikki bara um eitt sexlív, men at tað skal vera eitt gott sexlív 🙂

Vit vóna at tú kann brúka hetta svarið, tú er altíð vælkomin at skriva aftur.

Tú & Eg Ráðgevingin