Míni foreldur skelda

Spurningur: Góðu tit Eg eri júst liðug í fólkaskúlanum, og eg fekk góðar karkterir. Men míni foreldur síggja ikki hvat eg eri verd. Tey halda bert at eg altíð eri problemi. Og tey hava ofta kalla meg ymisk ting, og fáa meg altíð til at gráta. Eg eri so troytt av teimum, eg geri alt fyri tey, men tey síggja tað aldrin

Góða tú

Takk fyri títt bræv og hjartaliga til lukku við fólkaskúlapróvnum 🙂

Vit halda at tað er keðiligt at tú skal vera kedd og vilja fegin hjálpa tær. Vit vóna at tú hevur vinfólk sum tú hugnar tær saman við og fagnar at tú júst er blivin liðug við fólkaskúlan.

Tú skrivar til okkum um tíni foreldur. Fyri at vit best kunnu ráðgeva tær, hava vit nakrar spurningar.
Tú skrivar at foreldur tíni ofta kalla teg ymisk ting sum gera teg kedda, kanst tú siga eitt sindur meira um hvat tað er tey kalla teg? Tú sigur at tú ger alt fyri tey, men at tey ikki síggja teg, tú skrivar eisini at tey halda at tú altíð er trupulleikin. Vit kundu hugsa okkum at spurt teg um tú hevur nøkur dømi. Hvat var ósemjan um tá tey søgdu tað? er tað nakað tey altíð siga?

Tú er vælkomin at skriva eitt nýtt bræv til okkum, har tú greiðir eitt sindur nærri frá, um tína støðu. Tú er eisini vælkomin til at ringja til okkum á 116 111, vit síggja ikki hvør tú er og alt sum vit tosa um er loyniligt. Tú kanst ringja mánadag til fríggjadag kl 09-15 ella hvørt kvøld (eisini í vikuskiftinum) frá kl 20-22

Vinarliga,

Tú & Eg Ráðgevingin